Tað standa stór virði uppá spæl tá landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, og ES Kommiserurin, Maria Damanaki, hittast til fundar í morgin. Útlitini til eina semju millum strandalondini eru framvegis jalig, men fíggjarligi vinningurin av at føroyingar aftur komandi ár áseta sær sjálvum kvotur er alla tíðina við at halda pørtunum frá at koma til eina bindandi semju.

Í løtuni eru samráðingar millum strandalondini um Norðhavssildina og hóast gongdin í samráðingunum er jalig so er framvegis ivasamt at nøkur semja verður í dag. Samlaða veiðan av sild er 419.000 tons og í ár hava føroyingar fiskað tað sum svarar til 17%. Eftir gamla bítinum átti Føroyar einans 5%.
Eftir føroyskum ynski er ein bólkur av havfrøðingum og serfrøðingum settur at koma við einum tilmælið sum skal verða grundarlag undir samráðingunum komandi ár.
Men ein semja við ES og hini strandalondini kemur at merkja færri tons til Føroyar og harvið minni inntøkur til føroyska samfelagið og landskassan. Tí eru tað fleiri sum vanta at eingin semja verður á hesum sinnið og sum skilst eru samráðingarnar í dag avgerandi fyri um nøkur semja verður í ár um býtið av norðhavssild.