Menningarkvotan (svartkjaftur) hjá P/F Kinfelli er hækka 3% í 2019, samstundis sum uppisjóvarkvoturnar kvoturnar hjá øllum øðrum lækka orsakað av at samlaða føroyska svartkjaftakvotan lækkaði 18% í 2018. Fiskimálaráðið sigur at tað er heimilað í lóg um sjófeingi at landsstýrismaðurin skipar fiskiskapin.
Norðlýsið spurdi Fiskimálaráði hví einstakir aktørar hava fingið meira svartkjaftakvotu í 2019 samstundis sum flest allir missa. Eisini spurdu vit fiskimálaráðið um hvør hevur tikið hesa avgerð og um hvat lógargrundarlag hetta byggir á.
Í gjár fingu vit soljóðandi svar úr Fiskimálaráðnum:
Vísandi til fyrispurningum tygara tann 25. og 26. apríl 2019 fer Fiskimálaráðið at svara tygum soleiðis:
Í høvuðsheitum eru tríggjar orsøkir til, at menningar kvoturnar av svartkjafti eru sum tær eru í 2019:
Fyri tað fyrsta valdi Fiskimálaráðið at halda aftur 20% av menningarkvotunum av svartkjafti í 2018 og ikki í 2019.
Fyri tað næsta valdi metingarnevndin í einum føri at lækka kvoturnar av svartkjafti frá 2018 til 2019.
Fyri tað triðja minkað samlaða føroyska svartkjaftakvotan í 2019 í mun til 2018.
Fiskimálaráðið valdi at halda 20% av menningarkvotuni av svartkjafti aftur í 2018. Í 2019 varð samlaða svartkjaftakvotan hjá Føroyum lækkað við 17,6%, samstundis sum 20% av menningarkvotuni hjá ávísu rættindahavarunum ikki varð hildin aftur í 2019. Hetta merkir, at kvotan hjá P/F Kinnfelli hækkaði 3%. Sama avleiðing ger seg eisini fyri Rock Trawldoors, og “fáa” teir eisini 3% meira í 2019 í mun til 2018.
Í sínum tilmæli valdi Metingarnevndin at tilluta Vestmanna Fiskavirki 16.212 tons av svartkjafti í 2018. Fyri 2019, 2020 og 2021 mælti Metingarnevndin til at svartkjaftakvotan skuldi lækka til 13.000 tons um árið. Hetta merkir so ítøkiliga, at kvotan hjá Vestmanna Fiskavirki í forvegin er 20% lægri í 2019 enn í 2018. Tá ið so samlaða kvotan lækkar við 17,6% frá 2018 til 2019, kemur henda lækking afturat hjá Vestmanna Fiskavirki.
At samlaða føroyska kvotan verður lækkað er avleiðing av strandalandasamráðingum.
At halda 20% av menningarkvotuni av svartkjafti aftur í 2018, er heimilað við tað, at landsstýrismaðurin skipar fiskiskapin. Sambært § 60, stk. 1 í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, kunnu í mesta lagi 8,5% av samlaðu føroysku kvotuni av ávísa fiskaslagnum setast av til at brúka sum liður í vinnuligum menningarætlanum kring landið. Sostatt kann landsstýrismaðurin eisini seta minni enn 8,5% av svartkjaftakvotuni til menningarkvotur.
Hans Ellefsen



