Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landstýrismaðurin vildi ikki svara um øll vinnan missir síni loyvi um 8 ár

John William Joensen

Í Radaranum hjá Kringvarpinum í gjár, kom fram at nýggja fiskivinnulóggávan leggur sera stórt vald í hendurnar á landstýrissmanninum. Verandi aktørar fáa langtíðarloyvir á 8 ár, men Høgni Hoydal róð upp undir at hann ætlaði ikki at fornýggja hesi loyvini, so tey gjørdist lík rullandi loyvum. Sostatt koma verandi aktørar at missa øll síni loyvi um tjóðveldi situr við Fiskimálum um 8 ár.

Jón Brian Hvidfeldt var vertur og Hanus Hansen, reiðari í JFK og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnunmálum vóru í studio.

Tað má verða sera ørkimlandi fyri vinnuna at hoyra ein landsstýrismann, sum í tvey ár hevur arbeitt við einum uppskotið, klára so illa at svara spurningum um mest grundleggjandi avleiðingarnar av skipanini.

Tað gav at bíta tá hann bleiv spurdur um sokallaðu langtíðarloyvini, sum ikki skulu umvegis uppboðssøluna í fyrstu atløgu.

Landsstýrismaðurin lat upp fyri at Tjóðveldi ætlar at siga øll hesi loyvini upp um 8 ár og tí er greitt at øll arbeiðsplássini í vinnuni hanga í leysum lofti.

Hoyr brot úr sendingini her

Hoyr alla sendingina her