Landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit Emilsson Nolsø, vitjaði Klaksvíkar kommunu fríggjadagin
Ymisk mál vórðu umrødd á fundi í býráðshúsinum, har m.a. kann nevnast játtanin til Umsorganarheimið Gloria og møguleikar fyri samstarvi um bústaðabyggingar. Serliga á eldraøkinum.
Norðoya Bú- og Heimatænasta hevur í longri tíð arbeitt við ætlanini at byggja ein eldradepil í Klaksvík, har heimatænasta, eldraíbúðir, dagtilhald, venjing og nýtt røktarheim eru í sama umhvørvi. Í hesum sambandi vóru ognarviðurskiftini viðvíkjandi Norðoya Røktarheimi umrødd, tí áðrenn hetta kemur uppá pláss, er trupult at fullføra tær ætlanir, sum NBH hevur fyri framtíðar menningina.
Vitjað varð eisini í Smæruni og í Ven og Virka undir Kráarbrekku.
Landsstýrismaðurin fekk í hesum sambandi greitt frá, at Kráarbrekka fevnir um 24 íbúðir, sum upprunaliga vórðu bygdar til eldri borgarar, og at Kráarbrekka II, sum er heitið á seinna byggistigi á sama øki, fevnir um ca. 24 íbúðir. Hetta er eitt arbeiði, sum kommunan saman við Bústaðir samskiftir um.
Í Ven og Virka tók Hedevig Matras, deildarleiðari, ímóti gestunum. Hon greiddi m.a. frá, hvussu alt byrjaði fyri 12 árum síðani, tá ið Ven og Virka á fyrsta sinni lat upp.
Eldraøkið var tá undir Almannaverkinum, og tilboð um venjingar til eldri, sum høvdu fingið afturgongd í førleikastøðuni, var ógvuliga avmarkað, tí onki høli var í Norðoyggjum til endamálið. Nógv er broytt. Tíbetur til tað betra, segði Hedevig Matras.
Aftaná at hava heilsað uppá nøkur av teimum, sum í dag vóru til venjing, bjóðaði Jona Nielsen, vegna Virkishúsið Smæran, til kaffi og køku. Eisini hon greiddi landsstýrismanninum við fylgi frá, hvussu Smæran er við til at samskipa ymisk virkistilboð, ið fremja heilsu, trivnað og møguleikar, fyri at eldri 60+ kunnu skapa netverk og vinabond.
Vitjanin endaði við, at Poul Havn framførdi tvey løg á munnharpu. Poul fortaldi at hann hevði tikið tvær av sínum 40 munnharpum við. Valið hesaferð fall á munnharpurnar, sum vóru í G- og C-dur. Tað metti hann hóskaði best til høvið.
Karl H. Johansen, borgarstjóri, tók samanum og takkaði landsstýrismanninum fyri vitjanina og gott samstarv, sum hann sær fram til at halda við í komandi døgum.


