Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landstýrismálanevndin niðurlagt fundin uttan nakra niðurstøðu

John William Joensen

Sirið Steenberg váttar at Landsstýrismálanevndin júst hevur niðurlagt fund eftir at nevndin í allan dag hevur viðgjørt spurningar í samband við um nevndin skal seta ein kanningarstjóra at kanna politisku handfaringina av málinum um Skálafjarðartunnilin

– Vit hava sitið síðan kl. 8:30 og viðgjørt ymiskar spurningar sum hava samband við málið, men eru ikki komin til nakra niðurstøðu.

– Tí hava vit avgjørt at niðurleggja fundin og halda fram í morgin.

Forkvinnan í landsstýrismálanevndini segði at ætlanin var at nevndin skuldi standa saman um eina niðurstøðu og tað metti hon framvegis verða gjørligt.

Tvey mál eru til viðgerar, annað hevur við leiklutin hjá Kára P. Højgaard at gera og hitt er ein kæra frá Høgna Hoydal um leiklutin hjá løgmanni í málinum um Skálafjarðartunnilin.