Í strategiskjalinum í samferðslu ætlanini hjá Landsverk 2008 – 2020 skrivar Landsverk at eftir teimum ætlanum sum fyriliggja yvirtekur landið undirsjóvartunnlarnar eftir 14 árum og stovnurin hevur gjørt eina kostnaðarmeting, sum byggir á royndirnar hjá Landsverk í Føroyum og norskar standardir, sum staðfestir at ikki stórur munur er á kostnaðinum at reka undirsjóartunnlar í mun til vanligar tunnlar.

Strategiskjalið (RED: Skjalið sum vit her endurgeva) umfatar yvirskipaðu málini fyri framtíðar íløgur í samferðslukervið, umframt grundarlagið undir raðfes tingunum av málunum.
Á síðu 18 skrivar Landsverk:
…..Flutningskervið fevnir um 17 tunlar í alt. Tveir av hesum eru undirsjóvartunlar, og eru teir fíggjaðir lutvíst privat; landið yvirtekur hesar eftir 14 árum (í ávikavist 2017 og 2021).
Undirsjóvartunlarnir eru Vágatunnilin, sum bindur saman Streymoynna og Vágarnar, og Norðoyatunnilin, sum bindur saman Eysturoynna og Borðoynna. Av hinum tunlunum eru 5 tvísporaðir og 10 einsporaðir.
Í 2006 bindur landsvegakervið 72 % av landøkinum og 86 % av fólkatalinum saman…….
Á síðu 45 ger Landsverk eina kostnaðarmeting av viðlíkahaldi av øllum føroyska vegakervinum:
Niðanfyristandandi kostnaðarmetingar av íløgum og viðlíkahaldi, eru gjørdar út frá teimum royndum Landsverk hevur, umframt royndum úr grannalondunum. Talan er um miðalprísir (2006).
Byggikostnaður rakstur og viðlíkahald
Vegur 15.000 kr./m 250 kr./m um árið
Tunnil á landi 45.000 kr./m 700 kr./m um árið
Undirsjóartunnil 60.000 kr./m 750 kr./m um árið
Landsvegakervið er 464 km, harav gott 39 km eru tunlar (harav 11 km av privat riknum tunlum). Rakstrarjáttanin er um leið 50 mió. árliga, og hetta merkir, at um einans verður hugsað um vegirnar, er játtanin til raksturin uml. 100 kr/km um árið. Tvs. minni enn helvtin av tí tilmælta sambært omanfyrinevndu talvu. Tí hevur verið neyðugt við íløgufígging til størri umvælingar og á bøtur, og hetta hevur havt ein meirkostnað við sær í mun til vanligt viðlíkahald……