Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Langan túr longsta dag út á Enniberg

Danial Viðoy

Viðareiði: Anfinn Kallsberg skipar í kvøld fyri túri út á Enniberg. Facebook-tiltak er stovnað og tað er bara at melda seg til. Anfinn vónar at fleiri fara at melda seg til. Farið verður av Garði á Viðareiði klokkan 21.00.

Talan er um abbason fyrrverandi løgmann og ikki ”gamla” Anfinn.

Í dag er sum flestum kunnugt longsti dagur og hevur tað seinastu árini verið gjørt eitt sindur burturúr hesum degi. Anfinn Kallsberg hevur stigið á tindar hendan dagin áður. Í ár stendur so Enniberg fyri skotum, sum á mannamunni er hægsta forberg í Evropa og helst brattasta í verðini.

Anfinn skrivar á Facebook-tiltakinum soleiðis:

“Um viðrar verður farið út á Enniberg. Møguleiki verður at fáa sólsetur og sólarris við. Farið verður av Garði umleið kl 21.00. Einhvør avgerð sjálvur hvat hann hevur við. Farið verður í hvør sínum lagi. Annars er ongin kostnaður!”

Higartil hava bert 8 boðað frá luttøku, ímeðan 52 hava víst hesum áhuga.

Til ber at finna tiltakið her: https://www.facebook.com/events/1010799289018548/