Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Langsíðurnar næstan útseldar til U21-landsdystin í Klaksvík

Jákup Ósá

Stórur áhugi fyri fyrsta U21-landsdystinum í Klaksvík hósdagin.

Kl. 14.00 spæla Føroyar-Norður-Makedónia EM-undankappingardyst í Klaksvík. Hetta er fyrsti dystur, har altjóða vøllurin í Klaksvík verður brúktur til landsdyst.

Stórur áhugi er fyri dystinum, tí frá FSF hava vit fingið upplýst, at tað verður skjótt útselt til langsíðurnar. Eftir tað verður selt aftanfyri málið.

Føroyski hópurin hevur sína fyrstu venjing á Tórsvølli í kvøld, har fyrireikingarnar byrja móti dystinum hóskvøldið. Bæði liðini venja í Klaksvík mikudagin.

 

Atgongumerki kunnu keypast HER