Megnar KÍ at vinna 5. heimasigurin á rað, so skulu vit aftur í 90’ini fyri at finna slíka røð av góðum úrslitum á heimavølli.
KÍ spælir mánadagin í Klaksvík móti FC Suðuroy. Talan er um týðandi dyst hjá báðum liðunum, tí KÍ stríðist við at fylgja við liðunum, sum stríðast um seinastu Europa League plássini, meðan FC Suðuroy stríðist við at halda sær uppiyvir niðurflytingarstrikuni.
KÍ hevur í løtuni vunnið 4 heimasigrar á rað í landskappimgini. Tað hendur ikki so ofta, men vinnur liðið 5 heimadystir á rað, so skulu vit 17 ár aftur fyri at finna eins sterka røð av úrslitum á heimavølli. Í 1998 og 1991 var seinast, at KÍ megnaði at vinna fleiri enn 4 heimadystir á rað. Tey bæði árini vann liðið 6 heimadystir á rað.
2012: 4
6. umfar: KÍ-NSÍ 3-2
8. umfar: KÍ-FC Suðuroy 5-1
12. umfar: KÍ-B68 3-0
14. umfar: KÍ-ÍF 1-0
2007: 4
15. umfar: KÍ-AB 1-0
17. umfar: KÍ-Skála 1-0
19. umfar: KÍ-B71 3-1
21. umfar: KÍ-VB/Sumba 6-3
1999: 4
5. umfar: KÍ-AB 2-1
6. umfar: KÍ-NSÍ 3-0
8. umfar: KÍ-B36 3-2
11. umfar: KÍ-B71 3-1
1998: 6
4. umfar: KÍ-NSÍ 4-1
6. umfar: KÍ-VB 2-1
9. umfar: KÍ-Sumba 4-1
10. umfar: KÍ-ÍF 2-0
12. umfar: KÍ-TB 10-0
14. umfar: KÍ-GÍ 4-2
1991: 6
9. umfar: KÍ-GÍ 2-1
10. umfar: KÍ-VB 1-0
12. umfar: KÍ-NSÍ 3-2
14. umfar: KÍ-TB 2-1
16. umfar: KÍ-Sumba 3-1
17. umfar: KÍ-B36 3-0




