Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Langur fríggjadagur – ein vakur morgun

Oliver Joensen

 Tey vóru mong, ið brúktu morgunin tíðliga til at fara ein rennitúr. Men ikki vóru tey so fá, sum vit sóu í morgun við fototólinum. 

Ein stillur og sera vakur morgun, við sólini, sum bóðaði frá várinum og kavanum í fjallatoppunum, sum boðaði frá at veturin er um at missa takið.

Fuglarnir byrja eisini at fjølgast. Men tjøldrini eru fá at síggja. Úti á Borðoyarvík lá ein havgás og kavaði eftir fáningi. – Ein mennandi morgun fyri likam og sál.