Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lars í 4 ár afturat

Jákup Ósá

Lars Olsen heldur fram sum A-landsliðsvenjari hjá Føroyum tey næstu 4 árini.

Lars Olsen heldur fram sum A-landsliðsvenjari hjá Føroyum tey næstu 4 árini.

Á tíðindafundi fyrrapartin kunngjørdi FSF, at 4-ára sáttmáli var gjørdur við núverandi landsliðsvenjara Lars Olsen. Christian Andreasen, forseti í FSF, segði, at tað var týdningarmikið fyri FSF, at tað var stabilitetur á A-landsliðnum og hetta var eitt úrslit av tí. Hann vísti eisini á, at FSF er væl nøgt við tað, sum Lars hevur gjørt fyri føroyskan fótbólt.

Lars Olsen segði sjálvur, at hetta var ein spennandi uppgáva, har hann nú kennir leikararnar betri og at tað skuldi verið ein fyrimunir fyri komandi árini. Uppá fyrispurningin um lønina, so kundi ein lesa millum linjurnar, at lønarlagið lá á sama stigi sum frammanundan. Hann segði eisini, at tað serliga var hetta seinasta árið, at ein sá stóra framgongd hjá liðnum, sum meir og meir leggur seg eftir at reint leikliga kunna nærkast teimum betru liðunum.

Um eina góða viku verður A-landsliðshópurin úttikin til dystin móti Grikkalandi.