Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lars Løkke bjóðar døgurða

Danial Viðoy

Fólkatingsval 2015: Tað er ein stór innanhýsis kapping millum donsku valevnini á sosialu miðlunum. Nú bjóðar Lars Løkke tí døgurða, sum verður nummar 160.000 at dáma síðu hansara.

Fólkatingsval 2015: Tað er ein stór innanhýsis kapping millum donsku valevnini á sosialu miðlunum. Nú bjóðar Lars Løkke tí døgurða, sum verður nummar 160.000 at dáma síðu hansara.

Í hesi dagføringini skrivar Lars eisini, at soleiðis var eisini við tí, sum var nummar 150.000. Tann døgurðin er við at koma upp á pláss.

LES EISINI: VALDYSTUR Á SOSIALU MIÐLUNUM

Tað er eingin ivi um, at tað verður lagt nógv fyri á serliga Facebook. Tað er eisini har, møguleikin býðst at møta so nógvum fólki sum til ber.

Lars Løkke Rasmussen hevur hesa seinastu vikuna fingið 10.000 ’dámarar’ afturat. Talið av dámarum liggur nú heilt uppi á knøppum 157.000.

Tað er tó færri enn, hvat kappingarneyti hansara hevur. Facebook-síðan hjá Helle Thorning Smidt hevur slakar 173.000 dámarar.

Jú, sigast kann, at danskir politikkarar í hesum døgum av øllum alvi jagstrað dámarar, ella ’likes’, sum er tað kendara orðið.

Umtalaða dagføring sæst í mynd niðanfyri:

Harleywoodpaint