Lars Olsen er tann føroyski landsliðsvenjarin, sum hevur fingið næst flest stig á útivølli.
Síðani Føroyar fóru uppí altjóða fótbólt, so hava úrslitini á útivølli ikki verið góð. Sigurin í kvøld var tann fyrsti í 13 ár í HM ella EM undankapping og samanlagt tann 4. sigurin á útivølli í søguni í HM ella EM undankapping.
Av øllum landsliðsvenjarunum til HM og EM undankappingardystum, so er tað bara Allan Simonsen, sum hevur fingið meir enn 1 stig á útivølli. Allan Simonsen fekk 10 stig í sínum 19 dystum. Við sigrinum í kvøld er Lars Olsen komin uppá 3 stig í 7 útidystum og hann er sostatt næst mest vinnandi føroyski landsliðsvenjarin, um vit bara hugsa á útivølli í stigum.




