Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lars Olsen: Nú eru klaksvíkingar glaðir

Jákup Ósá

Lars Olsen sigur, at tað hevur nakað at siga, at KÍ seinasta árið hevur verið partur av oddinum í føroyskum fótbólti.

Rás 2 hevði longri samrøðu við Lars Olsen, A-landsliðsvenjara, um úttøkuna á A-landsliðnum, har teir báðir KÍ leikararnir, Hørður Askham og Jóannes Bjartalíð, fyri fyrstu ferð vóru úttiknir til A-landsliðið.

– Nú hava tey í Klaksvík skríggja eftir at fáa A-landsliðsleikarar, so klaksvíkingar mugu vera nakað glaðir í dag, segði landsliðsvenjarin við einum smíli. – Vit hava hugt eftir Hørði í eina tíð, men hann hevur verið darvaður av skaðum. Nú sleppa vit at síggja hann kanska serliga við atliti til framtíðina. Jóannes Bjartalíð var og vandi við hópinum í fjør og gjørdi tað gott. Men tað hevur eisini nakað at siga, at KÍ hevur verið partur av oddinum og væntandi aftur fer at klára seg væl í ár, segði Lars Olsen m.a. við rás 2.

Umframt Hørð og Jóannes, so er Páll A. Klettskarð eisini á A-landsliðnum hesaferð. Tí er tað bara NSÍ, sum er betri umboðað enn KÍ á A-landsliðnum í Andorra. Norðlýsið verður við A-landsliðnum í Andorra seinni í hesum mánaðinum.