Sløkkiliðsmaðurin, ið brendist illa í eini gasspreinging, ferðast nú kring um og greiðir frá lívi sínum. Hann verður í Ósáskúlanum 18. mai.
Ósáskúlin hóskvøldið 18.mai kl. 19.00 – 22.00
Tú og tínir starvsfelagir kunnu nú fáa eina øðrvísi og
hugvekjandi uppliving
Í 1981 fór Lasse Gustavson spentur til verka sum núútbúgvin sløkkiliðsmaður. Hann hevði bert arbeitt í eina viku tá sløkkiliðsbilurin hann var, í koyrdi mitt inn í ein stóran gassleka. 20 tons av propangassið sprongdist og broyttist eftir fáum sekundum til 1000 oyðileggjandi og drepandi hitastig! Við líkbrenning er hitin 700 hitastig!! Hárið, húðin, oyruni, fingararnir. Alt brendist! Men Lasse skuldi ikki doyggja henda dagin. Hann rann ígjøgnum eldin og yvirlivdi vanlukkuna!
Men tann fyrrverandi sløkkiliðsmaðurin ikki bert yvirlivdi. Hann livir í dag eitt virðismikið lív, sjálvt um hann mátti ígjøgnum ár við viðgerð fyri skaðarnar hann fekk. Hann tók hond um støðuna, sá sínar møguleikar og stríddi seg aftur til lívið! Hann ferðast heimin runt fyri at greiða frá sínum lívi. Í september mánaði í fjørð
vitjaði Lasse fyri fyrstu ferð Føroyar. Hetta var ein sera væl eydna vitjan. Hann hevði tveir fyrilestrar fyri tilsamans umleið 350 starvsfólkum.
Nú kemur hann heimaftur til Føroyar í viku 20, frá 16.mai – 19.mai. Tá kemur hann saman við vinmanni sínum Gunnar Lindahl, sum var tann sum koyrdi Lassa á sjúkrahúsið eftir vanlukkuna sum hann upplivdi í 1981. Eisini var hesin sami Gunnar Lindahl ein av sløkkiliðsmonnunum sum luttók á tí herviliga eldsbrunanum á diksotekinum í Gøteborg, har 63 ung mistu lív sítt og 200 skaddust.
Týskvøldið hin 16.mai hava Lasse og Gunnar evnisdag fyri innbodnum starvsfólkum í Tórshavn og hóskvøldið hin 18.mai hevur Lasse ein í ósáskúlanum í Klaksvík, sum er opin fyri almenninginum. Har heldur hann ein fyrilestur sum ber heitið: Hvussu møta vit menniskjum? Undirheitið er: At møta menniskjum gevur óteljandi møguleikar!
Hetta er ein sera rámandi og sigandi fyrilestur um at síggja seg sjálvan í spegilin. Um at møta menniskjum har tey eru við teimum óteljandi møguleikum tað gevur!Í sjálvari vanlukkuni doyði starvsfelagi hansara Leif. Tí tosar Lasse nógv um munin millum at liva og at yvirliva. Hetta er ein ógloymandi fyrilestur.




