Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lasse Gustavson kemur!!

John William Joensen

Gjøgnum eldin: Tínir tankar tínir møguleikar!

Ósáskúlin mikukvøldið 21.september kl. 19.00 – 22.00

Tú og tínir starvsfelagir kunnu nú fáa eina øðrvísi og hugvekjandi uppliving

Í 1981 fór Lasse Gustavson spentur til verka sum nýútbúgvin Brannmaður. Hann hevði bert arbeitt í eina viku tá brannbilurin hann var í koyrdi mitt inn í ein stóran gassleka. 20 tons av propangassið sprongdist og broyttist eftir fáum sekundum til 1000 oyðileggjandi og drepandi hitastig! Hárið, húðin, oyruni, fingararnir. Alt brendist! Men Lasse skuldi ikki doyggja henda dagin. Hann rann ígjøgnum eldin og yvirlivdi vanlukkuna!
Men tann fyrrverandi brannmaðurin ikki bert yvirlivdi. Hann livir í dag eitt virðismikið lív, sjálvt um hann mátti ígjøgnum ár við viðgerð fyri skaðarnar hann fekk.  Hann ferðast heimin runt fyri at greiða frá sínum lívi. Mikukvøldið hin 21.september er hann í Føroyum, í Klaksvík. Hann heldur ein fyrilestur sum ber heitið :Gjøgnum eldin tínir tankar, tínir møguleikar!
Hetta er ein sera rámandi og sigandi fyrilestur um at síggja seg sjálvan í spegilin. Um at góðtaka tað sum er hent. Um ikki bert at yvirliva, men at liva!!
Í sjálvari vanlukkuni doyði starvsfelagi hansara Leif. Tí tosar Lasse nógv um munin millum at liva og at yvirliva. Hetta er eitt ógloymandi skeið.
Fyrilesturin sum Lasse Gustavson kemur at halda er ein ferðafrásøgn, sum vónandi kemur at stimbra júst teg.
Fyrilesturin hjá Lasse Gustavson hevur fingið eina sera góða móttøku bæði í Kina, Australia og India. Í Svøríki, Noregi og USA hevur hann hildi fyrilestur fyri fullsettum Mentunnarhøllum. 
Lat tí ikki henda møguleika fara frá tær, nú Lasse Gustavson er í Føroyum fyri fyrstu ferð!

Vegna stigtakararnar
Hans Eiler Hammer