Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lasse Klein heldur flaggrøðu í Klaksvík

Jóhann Lützen

25. apríl, flaggdagin, skipa skótarnir fyri flaggdagshaldi í Vágstúni.

Skrúðgonga við Klaksvíkar Hornorkestri og skótum fer frá parkeringsplássinum niðanfyri gomlu læknahúsini (yvirav Blikksmiðuni) kl. 14 heim í Vágstún, har Lasse Klein flytir fram røðu. Klaksvíkar Hornorkestur spælir nøkur løg og flaggsangurin verður sungin.

Aftaná haldið eru øll boðin inn í Varpið til ein drekkamunn og til føðingardaghald hjá KFUM og KFUK skótunum