Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lassin ynskir broytingar

Jákup Ósá

Dómaraleiðarin í FSF staðfestir, at fótbóltslógin í løtuniikki verður hildin innan fyri brotsspørkini. Hann ynskir broytingar á økinum íframtíðini.

 

Sí grein: Dómarar halda ikki fótbóltslógina

Lassin vil tó ikki siga nakað um, um hann ynskir broytingarher og nú. Heldur ikki er trupulleikin størri enn í øðrum londum, metir hann.

          –  Man hevur greiðu í sínum máli, tá ein sigur atfótbóltslógin verður brotin í hesum førinum. Men hetta avmyndar støðuna úti íheimi. Støðan er ikki annarleiðis enn aðrastaðni. Tí er tað ringt hjá okkum atvera avgjørdir á økinum í mun til onnur. Men sjálvur kundi eg ynskt mær, at taðallastaðni var fylgt 100% upp, sigur Lassin Isaksen.

Enn hevur hetta økið ikki verið mett sum nóg stórurtrupulleiki fyri at fáa tað inn sum eitt fokus punkt í Føroyum.

           – Undan hvørjum ári hava vit ein fund, har vittaka nøkur økir fram, ið vit halda vera ein trupulleika ella sum ljós skalvarpast á. Tað hava vit so enn ikki mett hetta at vera, men tað skal ikkiútihýsast, at tað verður í framtíðini. Uppá sikt vóni eg, at hendan lóginverður fylgd heilt upp allastaðni í heiminum, sigur Lassin Isaksen viðNorðlýsið.