Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lat barnið ganga ella súkkla í skúla

Danial Viðoy

Tey seinnu árini er parturin av børnunum, ið verða koyrd í skúla øktur við sløkum 200 prosentum – og talið av børnum, ið súkkla í skúla fallið við knappliga 30 prosentum. – Og nú veðrið í seinastuni hevur verið so gott, er biltúrurin í skúla ikki annað enn ein bílig umbering.

Tey seinnu árini er parturin av børnunum, ið verða koyrd í skúla øktur við sløkum 200 prosentum – og talið av børnum, ið súkkla í skúla fallið við knappliga 30 prosentum. – Og nú veðrið í seinastuni hevur verið so gott, er biltúrurin í skúla ikki annað enn ein bílig umbering.

Nú allir skúlarnar eru byrjaðir aftur, setur Norðlýsið í morgun sjóneykuna á, hvussu børnini ferðast í skúlan. Flestu serfrøðingar eru á einum máli um, at best er, um barnið ikki verður koyrt í skúla. Tað er best fyri allar partar.

Børn, sum súkkla ella ganga til og frá skúla, eru yvirhøvur glaðari enn tey børn, sum verða koyrd í skúla. Men í mong ár eru tað vorðið fleiri børn, sum seta seg á baksetrið, fyri síðan at verða koyrd í skúla.

Biltúrar eru heilsuskaðiligir

Súkklutúrurin ella gongutúrurin hevur ikki einans týdning fyri hýrin á børnunum, men tann dagligi túrurin í skúla, á súkklu ella við ápostlunum, hevur eisini týdning fyri innlærings-eginleikarnar og fyri heilsuna sum heild.

Just Bech Justesen, sum er ein av oddamonnunum fyri “Sundhedsstyrelsens Center for Forebyggelse” sigur, at sjálvt um eitt barn bert súkklar ein stuttan tein í skúla, er tað sunnari og sum heild meiri virkið enn eitt barn, sum verður koyrt í skúla.

– Yvir eitt longri tíðarskeið kann súkklu- ella gongutúrurin í skúla fyribyrgja sjúkum sum krabbamein, sukursjúku, vødda- og beinagrindasjúkum. Og orsakað av rørslunum fáa foreldur, innan eitt stutt tíðarskeið, eitt glaðari barn, eitt meiri sosialt barn, eitt barn, sum hevur lættari við at læra og eitt barn, sum trívist betri, sigur Just Bech Justesen.

Latið bilin standa

Heilsustýrið mælir tí til, at børn og ung undir 18 ár flyta seg í minsta lagi 1 tíma um dagin. Heilsumynduleikarnir leggja dent á, at tann lutfalsligi stutti gongu- ella súkklutúrurin til og frá skúla ger stóran mun.

– Rørsla ella íðkan má inn í gerandisdagin hjá børnunum, og tískil er ein góður vani at fara í og úr skúla uttan at slíta baksetrið í bilinum hjá mammu ella babba, sigur Just Bech Justesen.

Kelda: TV2