Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

LAT FRAMGONGDINA HALDA Á

Halla Samuelsen

Komandi býráðsval stilli eg upp aftur fyri Javnaðarflokkin. Orsøkin er einføld. Eg vil framhaldandi vera við til at tryggja vælferð, trivnað og menning í kommununi. Standa vit saman, hjálpast vit, kunnu vit tryggja, at eingin dettur niðurímillum í Tórshavnar Kommunu.


Eg havi verið býráðslimur síðan 2008, og hevur hetta verið ein sera gevandi tíð. Eg stillaði upprunaliga upp, tí eg brenni fyri sosiala og mentanarøkinum. Fyrstu 5 árini var eg forkvinna í fyrrverandi Sosialu nevnd í býráðnum, og var tað ein fragd at vera við til at tryggja, at Boðanesheimið bleiv bygt, og at betra útboðið av røktarheimsplássum. Somuleiðis var spælistaðið Reinsaríið eitt átrokandi og neyðugt átak, eins og eg vóni, at kunna fylgja komandi nýggja musikkskúlanum til hurðina.

Hjartamálini eg vil náa komandi tíðina eru mong. Heimatænastan má raðfestast og gerast meira liðilig, so hvør einstakur kann vera í egnum heimi við eini enn betri tænastu, sum nøktar tørvin hjá tí einstaka. Ung, eldri, støk og familjur eiga at hava møguleika at fáa tær íbúðir, ið teimum tørvar. Uttan nøktandi bústað, er skjótt at menningin í kommunu okkara steðgar.

Bussleiðin, sum seinastu árini hevur loyvt einum heilt nýggjum ferðamynstri í kommununi, má mennast enn meir. Vit eiga at koyra fyrr á morgni, seinni út á kvøldið og sunnudagar, soleiðis at bussarnir kunnu nøkta allan tørv.

Tórshavnar Kommuna er í menning. Seinastu árini hava givið okkum betri og fleiri tænastur, tilboð og møguleikar. Eg ynski at vera við til at tryggja framhaldandi arbeiðið. Saman kunnu vit skapa vælferð, trivna og menning í Tórshavnar Kommunu.

Fylg valstríði mínum við at dáma Facebook síðuna: Halla Samuelsen.

Halla Samuelsen, býráðslimur og valevni Javnaðarfloksins til Tórshavnar Býráð

Harleywoodpaint