Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lat gleðiboðskap frá Zarepta blaktra út – fyrsti felagssangur í nýggja Zarepta

Nordlysid

Seinasta kvøldið á Heystleguni 2013 savnaðust leguluttakararnir og liðleiðararnir í nýggju, stóru høllini og sungu kórið “Lat gleðiboðskap frá Zarepta blaktra út”.

Seinasta kvøldið á Heystleguni 2013 savnaðust leguluttakararnir og liðleiðararnir í nýggju, stóru høllini og sungu kórið “Lat gleðiboðskap frá Zarepta blaktra út”.

 

Á heimasíðuni hjá Zarepta, www.zarepta.fo, verður upplýst, at hetta var ein serstøk løta, tí hetta var fyrsti felagssangurin, sum er sungin í nýggja Zarepta-bygninginum. Samstundis var hetta seinasta kvøldið á seinastu Zarepta-leguni í árinum 2013.

 

Fyri nakrar av leguluttakarunum var hetta eisini seinasta legan, tey hava aldur at vera á ungdómslegu í Zarepta.

 

Heilt frá byrjan av hesum barna- og ungdómslegunum í 1965 hevur tann glaði felagssangurin um frelsu og frið við trúgv á Harran Jesus Kristus havt ein sentralan leiklut á legunum og hevur sett sín serliga dám á legurnar.

 

Tí var var stuttligt at sleppa at royna ein “Zarepta-sang” í nýggju, stóru høllini, sum er partur av nýggja gentu-húsinum, sum er í gerð. Og tað kendist nátúrligt at velja kórið “Lat gleðiboðskap frá Zarepta blaktra út” sum tann fyrsta felagssangin.

 

At enda skrivar Zarepta, at um Harrin vil, og vit liva, er ætlanin, at nýggju kømurini til gentuliðini, sum eru partur av nýggja bygninginum, verða tikin í brúk komandi summar.

 

Síggj filmsbrotið við at trýsta her!

http://www.youtube.com/watch?v=BsKiW3rMPCc