Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lat heimin upp við Tøknibreytini

Tekniski Skúlin í Klaksvík

Níggju ella tíggju ár á skúlabonki eru um at vera av. Tíðin er komin at siga fólkaskúlanum farvæl og kasta seg víðari út í lívið, har endaleysa nógvar avgerðir skulu takast. Fá eru tey, ið eftir lokna fráfaringarroynd vita akkurát, hvat tey kundu hugsað sær at lært og arbeitt við í framtíðini. Tí er tað skilagott við eini miðnámstúbúgving, sum gevur næminginum atgongd til nógvar ymiskar hægri útbúgvingar og samstundis gevur henni ella honum lærdóm, minnir og vinfólk fyri lívið.

Níggju ella tíggju ár á skúlabonki eru um at vera av. Tíðin er komin at siga fólkaskúlanum farvæl og kasta seg víðari út í lívið, har endaleysa nógvar avgerðir skulu takast. Fá eru tey, ið eftir lokna fráfaringarroynd vita akkurát, hvat tey kundu hugsað sær at lært og arbeitt við í framtíðini. Tí er tað skilagott við eini miðnámstúbúgving, sum gevur næminginum atgongd til nógvar ymiskar hægri útbúgvingar og samstundis gevur henni ella honum lærdóm, minnir og vinfólk fyri lívið. Eisini í mun til miðnámsútbúgvingar eru møguleikarnir nógvir, so aftur her má einstaki næmingurin hugsa um ymsu valmøguleikarnar og leita eftir tí breytini, sum hóskar júst henni ella honum. Ein av valmøguleikunum er Gymnasiala tøknibreytin.

Á Tekniska Skúla í Klaksvík kunnu næmingar úr øllum Føroyum taka sær miðnámsprógv á tøknibreytini. Útbúgvingin tekur trý ár, og heimurin liggur víðopin hjá nýklaktu pisunum, sum hvørt ár verða latin í stríputu húgvuna, tá ið útbúgvingin er lokin. Prógvið frá tøknibreytini gevur, so at siga, pisunum frítt val av øllum hillum í mun til hægri útbúgving. Hjá næmingum við prógvi frá tøknibreytini liggur ofta serliga væl fyri at lesa víðari innan náttúruvísindaligu og tøkniligu lærugreinarnar. Her ímillum teljast nógvar útbúgvingar, sum bæði geva møguleika fyri góðum og væl løntum størvum – eitt nú sum lækni, tannlækni, KT-verkfrøðingur, sjúkrarøktarfrøðingur, farmaceutur, verkfrøðingur, lærari, arkitektur ella okkurt heilt annað. Men prógvið gevur eisini atgongd til nógvar aðrar útbúgvingar og er tí gott, um næmingurin ikki frammanundan hevur gjørt av, hvørja útbúgving hon ella hann kundi hugsað sær.

Tey trý árini á tøknibreytini eru eisini í sær sjálvum ein av vinningunum við at velja júst ta miðnámsleiðina. Frálæran á tøknibreytini skilur seg nevniliga burturúr rúgvuni, tá ið vit tosa um miðnámsútbúgvingar. Her er stutt ímillum at tosa um tingini og at royna tey í verki. Frálæran er í stóran mun skipað sum verkætlanararbeiði, har næmingarnir sleppa at royna seg í bólkum og sum einstaklingar. Verkætlanirnar fara fram bæði sum kappingar við aðrar føroyskar miðnámsskúlar og sum innanhýsis verkætlanir, har bólkarnir leggja arbeiðið fram fyri hvørjum øðrum. Hesin frálæringarhátturin er við til at gera tey trý árini stuttlig og lærurík samstundis. Av tí, at næmingarnir arbeiða nógv í bólkum, læra tey hvønn annan væl at kenna og nógv gerast vinfólk fyri lívið. Men bólkaarbeiðið gevur teimum eisini ríkan lærdóm í mun til at arbeiða saman við øðrum og hetta kemur teimum óivað til góðar seinni í lívinum, uttan mun til um tey fara á hægri lærustovn ella út at arbeiða. Í báðum førum er tað ein týdningarmikil eginleiki at duga at samstarva við onnur.

Alt hetta merkir samanlagt, at tøknibreytin er góð og stuttlig leið at fara á, tá ið fólkaskúlatíðin verður liðug um stutta tíð. Tað er onki óvanligt í at gerast liðug ella liðugur við fólkaskúlan uttan at vita við vissu, hvat tú skalt vera og gera í framtíðini. Hjá teimum flestu kemur tann vitanin meir ella minni av sær sjálvari, men ímeðan tú bíðar eftir henni, er tað skilagott at taka eina miðnámsútbúgving, ið letur allan heimin upp fyri tær eftir lokið prógv. Og hví so ikki eisini hava tað stuttligt ímeðan?

Harleyfacadeacryl