Hesa vikuna er umhvørvisvika í Klaksvíkar kommuna. Vit ynskja sjálvsagt, at okkara kommuna er rein og ruddilig alt árið, men hesa vikuna seta vit eyka fokus á umhvørvið.
Hesa vikuna er umhvørvisvika í Klaksvíkar kommuna. Vit ynskja sjálvsagt, at okkara kommuna er rein og ruddilig alt árið, men hesa vikuna seta vit eyka fokus á umhvørvið.
Vit vóna, at borgarar, stovnar, áhugafeløg, fyritøkur og privatfólk vilja taka eina hond í og rudda á egnum øki og á felagsøki í kommununi.
Vit føroyingar kenna alt til at liva saman við og av náttúruni, og samstundis sum samfelagið gerst alt meira framkomið, veksur nøgdin av burturkasti tíverri eisini. Hetta setir alsamt størri krøv til okkum sum brúkarar og samfelag. Vit eiga at átaka okkum ábyrgd mótvegis náttúru og landi, og ein partur av hesum er, at vit royna at halda bæði privatar ognir og felagsøki í kommununi rein og ruddilig. Tað vísir, at vit eru ábyrgdarfull og nærløgd, tá vit kunnu vísa ein vakran og ruddiligan heimstað fram – bæði fyri okkum sjálvum og teimum, sum vitja her í økinum.
Og ein umhvørvisvika av hesum slagnum kann vónandi verða við til at skapa ein felagsáhuga millum okkum øll fyri, at vit hava eina reina og fríða kommunu.
Ymisk átøk og tiltøk eru á skránni hesa vikuna. Klaksvíkar kommuna tekur stig til rudding og annað, men vit vóna eisini, at privatfólk, fyritøkur og áhugafeløg vilja verða við í umhvørvisvikuni.
Ein vika av hesum slagi setir sjóneykuna á umhvørvið, og vit ynskja eisini, at vikan er viðvirkandi til, at vit øll í gerandisdegnum gera okkara til at halda tað reint og ruddiligt í kommununi.
Jógvan Skorheim,
borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu




