Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Latið ei eldsálina køvast

John William Joensen

Vit eiga øll at taka í egnan barm og í felag lyfta frítíðarlívið upp á eitt virðiligt støði, sigur Jógvan Andrias Joensen formaður í NFÍ

Viðmerking til “Eg kendi meg fullkomiliga til grin” grein í Norðlýsinum 6.mars 2013.

Vit eiga øll at taka í egnan barm og í felag  lyfta frítíðarlívið upp á eitt virðiligt støði, sigur Jógvan Andrias Joensen formaður í NFÍ

– Vit eiga at síggja í eygunum at hugurin hjá øllum, sum arbeiða innan frítíðar- og ítróttaøki, er tengt at umstøðunum.

– Fleiri, sum eru virkin í frítíðar- og ítróttarlívinum, kunnu í langa tíð sláa seg til tols við at umstøðurnar ikki eru av teimum bestu, meðan fleiri onnur ikki hava tol við vánaligar umstøður! Men í longdini kann sjálvt hugurin hjá eldsálini køvast!

– Tað er eisini eyðsæð, at saman hava tíð og umstøður ógvuliga stóra ávirkan á eldhugin hjá teimum flestu, sum arbeiða innan frítíðar- og ítróttaøki.

– Umtalan av umstøðunum hjá Klaksvíkar Fimleikarafelag í Norðlýsinum 6.mars 2013 er eitt gott dømi um at eisini eldsálir hava brúk fyri góðum umstøðum . Hetta er samstundis eisini eitt gott dømi um, at hóast tað skjótt eru liðin 10 ár síðani Klaksvíkar Kommuna stovnaði eina mentanardeild, er nógv, sum bendir á at politiska skipanin kann taka hesa deild í enn størri álvara.

– NFÍ er kent við at umstøðurn hjá limafeløgum ikki eru av teimum bestu, og tók fyrr í ár stig til ein fund við Jógvan Skorheim, borgarstjóra, og Signhild Johannesen, forkvinnu í Mentanarnevndini, har samstarvið millum Klaksvíkar Kommunu og Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð var á skránni.

– “Um ætlanin er at bøta um trivnaðin í Klaksvík, er tað tí avgerandi og neyðugt at Klaksvíkar Kommuna og umboð fyri frítíðarfeløgini samstarva um hesi viðurskifti framyvir”.

– Góðar umstøður at virka undir eru í longdini avgerandi fyri trivnaðin innan frítíðarøki og so sanniliga eisini fyri trivnaðin í býnum.