Í løtuni viðgerð løgtingið uppskot frá landsstýrinum har ábyrgdin av eldrarøktini skal flytast frá landsmyndugleikunum til kommunurnar. Men tað er týðuligt at fleiri politikarar nú eru vaknaðir við kaldan dreym og vilja seta kommununum treytir, sum somu politikarar ikki hava sett alla hesa longu tíð landsmyndugleikarnir hava havt ábyrgd av økinum.
Í løtuni viðgerð løgtingið uppskot frá landsstýrinum har ábyrgdin av eldrarøktini skal flytast frá landsmyndugleikunum til kommunurnar. Men tað er týðuligt at fleiri politikarar nú eru vaknaðir við kaldan dreym og vilja seta kommununum treytir sum somu politikarar ikki hava sett alla hesa longu tíð landsmyndugleikarnir hava havt ábyrgd av økinum.
Høvdu høgt settu og í hesum máli hyklarisku tinglimirnir tora at farið út um landið og við egnum eygum sæð hvussu ójavnar umstøðurnar hjá teim eldru eru í dag – eisini frá røktarheimi til røktarheim og til sambýli í somu kommunu – so høvdu tey skammast um at hava havt ábyrgd øll hesi mongu ár.
Ein dulnevndur lesari skrivaði til Norðlýsið fyri kortum um júst hesa dubult moralsku støðu sum fleiri tinglimir standa í og vit taka fult undir við niðanfyri standandi orðum:
….Øll vilja teimum gomlu alt tað besta, eisini landsmyndugleikarnir. Men ongastaðni er umsorgin so stór fyri teimum gomlu sum í nærumhvørvi teirra, og tí liggur ábyrgdin fyri røktini best har.
Ábyrgdin eigur at verða flutt út sum skjótast, og tann peningur, sum landið hevur nýtt til endamálið, skal fylgja við. Og avgjørt ongar treytir av nøkrum slag.
Mangt kann gerast øðrvísi, og lítið er at ivast í, at røktin verður betri enn undir verandi skipan, og kostnaðurin munandi minni. Pláss má vera fyri fjølbroytni. Hvørt øki eigur sjálvandi at skipa seg, sum tað heldur vera skilabest: seta so nógv starvsfólk, sum tey halda tørv vera á og avgera, hvørji førleikakrøv skulu setast til starvsfólkini.
Tað er ikki vist, at alt verður gjørt á júst sama hátt í Sumba og í Fuglafirði. Um sumbingar og fuglfirðingar eru nøgdir, skulu so onnur leggja seg út í tað?
Alt bendir á, at hesar hugsjónir ikki sampakka væl við tað, sum tey hugsa úti í landsstýrinum. Tí tað ljóðar, at áðrenn nakað verður lagt út til kommunurnar, skal landið í kunngerð áseta neyvt, hvussu “støðið” skal vera, hvussu nógv størv skulu normerast fyri hvørt búfólk, hvørja útbúgving starvsfólkini skulu hava osfr, osfr.
Hetta hevur heilt vist við sær, at raksturin kann bara verða dýrari, enn hann hevur verið undir landinum. Á henda hátt hevur tað als onga meining at flyta ábyrgdarøki til kommunurnar.




