Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Latið marknaðarkreftirnar ráða

Oliver Joensen

Sýnist at vera boðskapurin hjá búskaparráðnum nú Nørrøna ella Smyril Line eru til viðgerðar í tinginum.

Tíðindaskriv

Sum lið í eini fíggjarligari endurreisn av P/F Smyril Line vil landskassin saman við Framtaksgrunninum og Íleggingargrunninum veita felagnum kapital uppá 56 mió. kr.

Saman við Framtaksgrunninum kemur landsstýrið eftir hetta at sita á 59 % av parta¬peninginum í P/F Smyril Line, og í einum partaeigarasáttmála hevur landsstýrið tryggjað sær rættin til at velja meirilutan av limunum í nevndini.

At landsstýrið soleiðis fer uppí P/F Smyril Line, sum rekur skip í kapping við privat reiðarí, tykist undranarvert.

• Tað er grund til at halda, at aðrar handilsligar kreftir fara at fylla tað tómrúm, sum vildi staðist av, at P/F Smyril Line hevði noyðst at givist við “Norrönu”.

• Tað er ikki rætt, tá landsstýrið sigur, at eitt fíggjarligt skrædl í P/F Smyril Line hevur við sær, at eingi ferðafólk longur verða førd sjóvegis til Føroya, at tað gerst endin á roll-on roll-off virkseminum fyri føroyingar, og farmaflutningur¬in til og úr Føroyum gerst ótryggur.

Tað er ikki tørvur á almennum kapitali til at halda eini búskaparliga burar¬dyggari ferðslu gangandi.

• Tað tykist annars, sum at ein konkursrættarlig regulering av felagsins viður¬skiftum hevði verið meiri hóskilig at tikið framum hetta, at endurreisa kapital¬grundarlagið við almennum pengum.

Er tað avgerandi fyri landsstýrið at hava júst “Norrönu” siglandi, hevði tað helst verið bíligari at fingið sær ræði á skipinum við at ogna sær 1. veðrættar¬lánið frá kreditorunum heldur enn, sum nú, at veita felagnum kapital, sum tryggjar allar kreditorarnar hjá felagnum móti tapi.

• Tó – eftir 5 ár við støðugum halli fær tað ein at spyrja seg sjálvan, um tað yvirhøvur loysir seg at reka flutningsvinnu við “Norrönu” í Norðuratlantshavi. Tað fær ein at halda, at tað vildi verðið ein fyrimunur, at sett annað hóskiligari skip í siglingina, og tað heldur av handilsligum íleggjarum enn av landskassa¬num og almennum grunnum.

• Við einum partameiriluta saman við Framtaksgrunninum og við einum meiri¬luta í nevndini er landsstýrið í ferð við at yvirtaka ta óavmarkaðu ávirkanina – og ta óavmarkaðu ábyrgdina í reiðarínum P/F Smyril Line, og har vendist ikki aftur.

Tað er rættiliga vist, at landskassin kemur at ábyrgjast fyri eitthvørt tap hjá P/F Smyril Line í framtíðini.

Í Føroyum hava vit ringar royndir av at lata landskassan fara upp í vinnulívið við peningi. Tí er tað ilt at skilja, hví landsstýrið aftur vil royna tað.

Tad stendur ógreitt fyri okkum, hví landsstýrið hevur ta fatan, at tað ikki kann latast marknaðarkreftunum at tryggja sjóvegis ferðslu til og úr Føroyum, sum ber seg fíggjar¬¬liga.

BÚSKAPARRÁÐIÐ
Formansskapurin

Harleywoodpaint