Seinasta leygardag var fyri fyrstu ferð í Føroyum skipað fyri einum tiltaki, har ið umleið 50 íbúgvar frá 10 ymsum londum í Latínamerika og teirra føroysku familjur, savnaðust til hugna og samveru.
Seinasta leygardag var fyri fyrstu ferð í Føroyum skipað fyri einum tiltaki, har ið umleið 50 íbúgvar frá 10 ymsum londum í Latínamerika og teirra føroysku familjur, savnaðust til hugna og samveru.
Tiltakið var hildið í bygdarhúsinum á Strondum. Øll høvdu tikið mat við, sum umboðaði landið ið tey komu frá, og síðani bleiv borðreitt soleiðis, at øll kundu royna mat úr ymsum mentanum, bæði høvuðsrættir, dessertir og drykkjuvørur.
Børnini spældu eitt sera vanligt veitsluspæl, sum nevnist piñata. Í spælinum er ein litrík, pyntað ballón, sum er full av góðgæti og øðrum góðum (minnir um okkara tunnusláing). Børnini skiftast um at royna at bróta hesa “piñata”, fyri síðani at savna alt tað spennandi, ið dettur úr.
“Tiltakið eydnaðist sera væl, og fyrireikararnir ynskja at takka øllum luttakarum fyri at møta upp og eisini at takka Sjóvar kommunu fyri at vilja hýsa teimum,” stendur á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu.




