Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lawal og Andy settir í samband við KÍ

Jákup Ósá

Kanska besti leikarin í føroysku kappingini í ár spælir í Klaksvík komandi kappingarár.

Sosialurin skrivaði í vikuni, at B36 leikarin Adeshina Lawal, sum í ár hevur verið millum bestu leikararnar í Effodeildini, er møguliga á veg til KÍ. Eisini ÍF er sett í samband við Lawal, nú tað verður roknað við, at Clayton Soares ikki væntast at halda fram í Føroyum. Blaðið skrivar, at KÍ hevur áhuga í leikaranum, men at neyvan nøkur avgerð fyriliggur fyrr enn ein venjari er komin uppá pláss í Klaksvik. Norðlýsið hevur verið í sambandi við keldur í KÍ um Lawal seinastu dagarnar, men har tykist einki vera sum bendur á, at nakar sáttmáli verður undirskrivaður við Lawal, sum støðan er nú.

Somuleiðis er Andy Olsen settur í samband við bæði síni fyrrverandi feløg, KÍ og ÍF. Somuleiðis er sera stilt kring Andy Olsen, men tað kann sjálvandi eisini vera, at KÍ leiðslan heldur samráðingarnar sera loyniligar.