Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Laxness á bókasavninum í Nes kommunu

Helgi Abrahamsen

Tey sum vilja vita meira um skaldskapin hjá íslendska tjóðarskaldinum Halldór Laxness, hava møguleikan í kvøld kl. 19 at vitja á bókasavninum í Nes kommunu. Har fer ºóra ºóroddsdóttir at siga frá skaldskapinum hjá Laxness og serliga bókini ”Undir egið borð”, sum hon sjálv hevur týtt til føroyskt saman við manninum, Martini Næs.

Tað eru bókasavnið við Løkin í Runavík og Bókasavnið í Nes kommunu, sum saman skipa fyri tiltakinum. Bókasøvnini hava ein felags lesiring, ið kemur saman sættuhvørja viku. Lesiringurin er skipaður soleiðis, at ein ætlan er gjørd fyri árið, um hvørjar bøkur tey skulu lesa, og sættuhvørja viku møtast tey á bókasavninum til eina hugnaliga løtu, har tosað verður um seinastu bókina, sum vanliga er ein føroysk ella donsk skaldsøga.

Umleið 40 fólk eru í lesiringinum og vanliga uppmøtingin er millum 15 og 20 fólk hvørja ferðina.

Tiltakið í kvøld er alment.