Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lea Kampmann til Miðvágs

Danial Viðoy

Leygarkvøldið hevur Lea Kampmann konsert í Listastovuni í Miðvági.

Tíðindaskriv frá Vága Tónleikarafelag og VisitVágar:

Leygarkvøldið hevur Lea Kampmann konsert í Listastovuni í Miðvági.

Lea Kampmann er nýggi spírin á føroyska tónleikapallinum. Dugnaliga songkvinnan hevur í seinastuni verið nógv at hoyra í útvarpinum og hevur spælt til fleiri konsertir runt um í landinum. Móttøkan av tónleiki hennara hevur verið sera góð.

Konsetin við Leu Kampmann í Miðvági er tann seinasta, áðrenn hon fer í upptøkuhølið at spæla sína fyrstu fløgu inn.

Við sær til konsertina í Listastovuni hevur Lea framúrskarandi tónleiknarnar Vinjar Egilsnes Petersen, Ólav Gaard, Hjørt Háberg og Magnus Lydersen. Saman fara hesir ungu tónleikararnir út á eina áhugaverda tónleikaferð út á nýggjar víddir – og tey gleða seg til at taka okkum við.