Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lega í Uppistovu

Tíðindaskriv

Í vikuskiftinum 23-25 januar, skipaði Føroya Skótasamband fyri eini patruljuføraravenjing í Klaksvík.

Í vikuskiftinum 23-25 januar, skipaði Føroya Skótasamband fyri eini patruljuføraravenjing í Klaksvík.

Fríggjakvøldið 23. januar hittust 16 skótar úr Klaksvík, Sørvági og Tórshavn í húsinum ”Uppistova” hjá Skótaliði Nólsoyar Páls til venjingina. Legan byrjaði við at umboð fyri Norðoya Bjargingarfelag komu á vitjan og greiddu eitt sindur frá um tað sjálvbodna arbeiðið felagið ger. Aftaná hetta vóru ymiskar skótavenjingar á skránni.
Leygardagin høvdu skótarnir eina langa skrá, har teir millum annað lærdu um náttúruna, lærdu at bøta og royndu seg við matgerð á báli. Leygardagurin endaði við legubálið og øllum tí sum har til hoyrir.
Sunnudagin vóru ymsar smærri venjingar á skránni, síðan var farið undir upprudding og heimferð.

Skótalið Nólsoyar Páll hevur skótafund hvønn hósdag kl. 19-21 í Uppistovu (Gerðagøta 11) og kunnu øll sum ganga í 5 flokki og eldri vera við.


Harleywoodpaint