Fyri lítlari løtu síðani setti flogfarið við rokk legendunum seg á flogvøllinum.
Joe Lynn Turner, Bill Champlin, Bobby Kimball og Robin Beck eru komin til landið. Norðlýsið frættir frá flogvøllinum har vesturi júst nú, at legendurnar eru lendar. Konsertin hjá teimum, ið uttan iva er hæddarpunktið fyri fleiri eldri fólk, byrjar í kvøld kl. 22.00.




