Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Legendurnar í landinum

Summar Festivalurin

Amerikansku rocklegendurnar komu fyrr í dag til landið, eftir at fleiri teirra spældu á konsert í Svøríki í gjárkvøldið.

Joe Lynn Turner, Bobby Kimball, Bill Champlin og Robin Beck eru øll komin til Føroya í dag. Í gjárkvøldið høvdu teir tríggir mannligu sangararnir framførslu í Borås í Svøríki, og tí kundu tey ikki koma til landið fyrr enn í dag.

Men tíðliga seinnapartin lendi Atlantic flogfarið við legendunum í Vágum, og í kvøld fara amerikansku sangararnir á pallin á Vágsbøi, har teir fara at syngja sínar kendastu sangir. Tað eru sangir hjá eitt nú Rainbow, Toto og Chicago – alt bólkar, ið føroyingar hava lurtað nógv eftir.

Framførslan hjá “Legends – Voices of Rock” verður í kvøld kl. 22.00, og verðurforsøgnirnar eru sera góðar. Tað verður gott og turt veður í Klaksvík í kvøld.