Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leiðandi bioanalytikari á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Klaksvíkar Sjúkrahús

Ert tú bioanalytikari við leiðsluroyndum, og hevur tú hug at seta títt fingramerki á eitt spennandi arbeiðspláss?

Starvið sum leiðandi bioanalytikari á Rannsóknarstovuni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er leyst til setan 01. juni 2017.

Talan er um avbjóðandi starv, har evnini til tætt samstarv við leiðslu og starvsfólk eru avgerandi. Rannsóknarstovan samstarvar við onnur sjúkrahús, kommunulæknar og aðrar stovnar bæði innan- og uttanlands.

Á Rannsóknarstovuni eru tvær sergreinar, klinisk biokemi og klinisk immunologi/blóðbanki.
Hvørja viku eru bioanalytikarar á læknamiðstøðunum í Runavík og Gøtudali, har blóðroyndir verða tiknar. Eisini verða blóðroyndir tiknar á stovnum og í privatum heimum.

Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Bioanalytikarafelagið.

Meira um starvið fæst við at venda sær til Hera Ellingsgaard, sjúkrahústjóra, teldupost heri@ks.fo, telefon 40 46 23 ella 21 69 60.

Umsókn saman við avriti av prógvið og autorisation sum bioanalytikari v.m. verður at senda til: umsokn@ks.fo

Sjúkrahússtjórin
Klaksvíkar Sjúkrahús
FO-700 Klaksvík.

Umsóknarfreistin er 18. apríl 2017.