Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leiðandi fysioterapeutur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Oliver Joensen

Ert tú fysioterapeutur við royndum, og hevur tú hug at seta títt fingramerki á eitt spennandi arbeiðspláss, so les víðari. 

Starvið, sum leiðandi fysioterapetur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er leyst til setan 01. feburar 2016. 

Talan er um avbjóðandi starv, har evnini til tætt samstarv við aðrar fakbólkar, serliga læknar, sjúkrarøktarfrøðingar og leiðslu, eru avgerandi. Vit rokna við, at tú ert tann við royndunum. Tú kemur at taka ymiskar avgerðir, eisini viðvíkjandi setan av øðrum fysioterapeutum/ergoterapeutum. 

Leiðandi fysioterapeuturin kemur í samband við nógvar sjúklingar og onnur viðskiftafólk, og skal duga at finna loysnir, ráðgeva v.m. Á deildini starvast umframt fysio- og ergoterapeutar eisini hjálparfólk. 

Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroyskir Fysioterapeutar. 

Meira um starvið fæst at vita frá Hera Ellingsgaard, teldupost heri@ks.fo , telefon 40 46 23 ella 21 69 60. 

Umsókn, saman við avriti av prógvi og autorisation sum fysioterapeutur v.m., verður at senda til: 

Sjúkrahússtjórin 

Klaksvíkar Sjúkrahús 

FO-700 Klaksvík. 


Umsóknarfreist 12. Desembur 2015.