Christian Olsen, leiðari á kunningarstovuni, sigur seg ikki kunna góðtaka at ein dani við rasistiskum tendensum skal verða til ampa fyri ferðafólkavinnuna í Klaksvík
Pizzaria Napoli er einasta staði umframt Sjómansheimið sum hevur opið í døgurðatímanum og tí er tað sera óheppið fyri okkum at ferðafólk verða víst durðafjórðingini, sigur Christian Olsen.
– Tá vit sum kunningarstova hava faldara frá matstøðum í býnum og geva teir víðari til ferðafólk, vanta vit at tey sum geva okkum faldararnar eisini geva ferðafólkunum góða viðferð.
– At kokkurin hjá Pizzaria Napoli hevur rasistiskar tendensir rakar ikki hann menn allar norðoyggjar. Tað verða vit sum standa eftir við svartaper og tað kann eg als ikki góðtaka.
– Hetta havi eg eisini gjørt greitt fyri eigaranum av Napoli og um hann ikki far skil á sína fyritøku so verður faldarin hjá teimum ikki longur á skránni hjá okkum.




