Týskvøldið skipaði menningarstjórin Rani Nolsøe fyri einum fiskivinnufundi í Tekniska Skúla í Klaksvík, har millum annað spurningar vórðu settir um hvussu betra vit møguleikarnar at fáa meiri burturúr tilfeinginum av ferskum fiski?
Hvørjir eru størstu trupulleikararnir hjá seljaranum og keyparum av ferskum fiski í Føroyum í dag?
Hóast fundurin var eitt sindur skerdur, orsakað av at panelið av fólki innan ymisku vinnugreinirnar ikki var fulmannað, so vórðu tað teir sum traðkaðu til hóast stutt skoðbráð.
Sigast mál, at sera nógv áhugavert kom fram og áhugavert var at hoyra um royndirnar sum Kári Hansen av Strondum hevur gjørt við Grunningi, har hann bæði vigar og flokkar fiskin í kravdar støddir, soleiðis at vøran, sum Grunningur kann bjóða keyparum tá hann kemur at landi er fyrsta flokks og keyparin tískil altíð er fullgreiður yvir hvat tað er hann keypir.
Nakað av kritikki var eisini at hoyra. Millum annað segði Eyðun Konradsen, at tað var sera hugstoytt hjá útróðrarmonnum at fáa minni fyri kg fyri daggamlan fisk enn tað línubátarnir fingu, sum høvdu verið burturi í upp ímóti níggju døgum.
Samanumtikið kann tó sigast, at menn vóru sera samdir í, at neyðugt er at hava so góðan og ferskan fisk sum gjørligt og at vit klára okkum bert um vit standa fyri kvaliteti á fiskavørunum.
Tá tosað varð um at gagnnýta innvølir og annað, so vóru menn ikki so bjartskygdir, hóast ført hevur verið fram virðið ið kann vinnast burturúr livir, magum og øðrum. Í hesum sambandið var tosað um at taka fiskin í land til kryvjingar, men trupuleigin er, at ongin nóg góð kryvjimaskina enn er til taks.
Alt í alt má sigast, at tað var eitt sera forvitnisligt orðaskiftið vit vóru vitni til og tað er at vóna at slíkt orðaskiftið heldur fram, soleiðis at vit kunnu koma longur fram á leiðini við tilvitanini um týdningin av fiskavørum á høgum góðskustøði.




