Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

LEIÐARIN: Flakavinnan á vegamóti?

John William Joensen

Seinastu tíðina hevur nógv tos verið um fisk og fiskaprísir og í hesum sambandi eisini um arbeiðispláss.

Hóast nógv ár eru gingin síðani spátt varð um saltfiskin at tann framleiðslan var "en saga blot", so hevur hendan framleiðslan við tillaðingum víst seg at vera minst líka kappingarfør og frysta flakaframleiðslan.
Í seinastuni hevur nógv verið at hoyrt og sæð í miðlunum um at vit hava ilt við at standa okkum í kapping við lond eystanfyri tá talan er um hagreiðing av fiski og frystum fiskaúrdráttum orsakað av lønarmuni.
Spurningurin er tí, um tíðin ikki er komin til, at vit í størri mun fara at ganga aðrar leiðir, heldur enn at sita og hyggja at ímeðan aðrir fara við framleiðsluágóðanum, tí lønarlag og íløgukarmar í øðrum londum fáa vit als onki gjørt við.
Gongdin í mest framkomnu samfeløgunum er hon, at brúkarin fyrst og fremst vil hava fekst. Vit kenna tað frá okkara egnu handlum, har kølidiskarnir við ófrystum vørum alt meira og meira vinna fram, ímeðan traditionellu frystidiskarnir fylla minni og minni.
Tað eru nú umleið 50-60 ár gingin síðani føroyingar av álvara fóru undir útflutning av frystum fiskavørum. Vit eiga tí av álvara at fara at hugsa um, um ikki rættari var at ganga nýggjar leiðir og kanska at vit fóru undir at kjúkla meira um tilfeingið vit eiga og bera viðskiftafólki okkara vøruna feska og so liðugtgjørda sum tilber.
Fyrr ella seinni fer tíðin frá traditionellu flakavirkjunum og við kappingini, sum vit nú fáa frá arbeiðismegini eystanfyri, fer helst at ganga skjótari enn vit áður hava mett um.
Ein vegur at ganga hjá okkum er kanska at skipini gera vøruna so liðna til brúkaran sum til berð umborð.