Harley
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

LEIÐARIN: Formaður um at missa takið

John William Joensen

Fyrrverandi løgmaður, núverandi fólkatingsmaður og formaður í løgtingsins fíggjarnevnd, Anfinn Kallsberg, hevur í seinastuni víst veikleikar og týðilig dømi uppá, at hann er um at missa takið á Fólkaflokkinum, har hann enn er formaður og hevur havt avgerandi leiðsluna um hendi í nógv ár.

Samstundis eru dømini fleiri um, at politiska flokslinjan, sum leiðslan leggur, er vorðin í so tilvildarlig og skinklut, og kundi hetta týtt uppá, at hin áður so góða dømikraftin so smátt er farin at bila formanninum.
Sum skilst er Anfinn ikki hvør sum helst. Hann man vera eitt hitt best umtókta løgmansevni, vit hava havt og vísti týðiliga styrki sum løgmaður undir fullveldissamgonguni, til vátt kom í reiðrið av orsøkum, sum munnu vera hvørjum mansbarni her á landi kunnug, og sum tí ikki skal komast inn á her.
Avgerðin at skifta landsstýrismann í kommunumálum við teirri grundgeving, at uppstillingin í Norðoyggjum harvið skuldi styrkjast, tykist vera eitt slíkt dømi. Hon ørkymlaði veljarar floksins og norðoyingar ikki sørt, og flest øll meta avgerðina lítið undirbygda, ósakliga og á sín hátt hóttandi fyri Norðoyggjar.
Okkurt kundi týtt uppá, at nevnda umbýti hevur skapt flokkinum fleiri trupulleikar enn væntað. Fleiri útsøgnir frá Anfinni hava síðani framhaldandi skapað ráðaloysi millum fólk. Eitt nú tey mongu persónligu, men eftir øllum at døma púra ómotiveraðu uppskot hansara, sum t.d. at øll samferðsla her á landi skal gerast ókeypis fyri brúkaran –  fyri landsins rokning! Eitt dreymauppskot, men óundirbygt, ósakligt og uttan  royndskygni.
Tá so fyrrverandi og núverandi formaður í tingbólki floksins, Óli Breckmann og Jørgen Niclasen  løgdu á kommunurnar herfyri við ábreiðslum um ábyrgdarloysi í peningamálum, ábreiðslur, sum helmingurin av tingmanning Fólkafloksins tók frástøðu frá í tíðindaskrivi í fjølmiðlunum og hartil kendi seg noyddan at seta floksleiðsluna upp á pláss, kom Anfinn aftur sum ketta upp úr høvdatrog við enn einum persónligum uppskoti um, at kommunurnar sjálvar bara skulu sleppa at uppkrevja allan skattin. Enn eitt dreymauppskot, men líka lítið undirbygt og í verandi støðu kommununar púra órealistiskt. Spell, tí rætt er tað, at eitt væl undirbygt uppskot júst um hetta við skattinum, er ein fyritreyt fyri nógv umrøddu økismenningini, sum verandi samgonga snøgt sagt ongan áhuga sýnist hava fyri at gera nakað við.
Øll vita vit, at grundarlagið undir einum slíkum uppskoti má vera, at kommunurnar gerast størri og sterkari, men skiftið av landsstýrismanni týðir als ikki uppá, at nakað fer at henda við samanlegging av kommunum í bræði, tað styrkir neyvan uppstillingina í Norðoyggjum og lítið og einki sýnist at henda í útlendingamálum uttan bert, at vit nú um dagarnar eru vitni til sakarmálini, sum standast av uppruddingini hjá fyrrverandi landsstýrismanninum í Innlendismálaráðnum.
Løgmaður hevur fingið tann friðin, hann tráar eftir, og landsstýrið verður ikki longur plágað av Kringvarpinum viðvíkjandi útlendingum, sum koma inn í landið. Trupulleikarnir verða kanska aftur sópaðir undir teppið, og friðurin fjalir út yvir møgulig ivamál, júst sum fyrr, og so kunnu vit kanska øll vera glað, ikki minst løgmaður, sum í sæla friði sínum samstundis kann gloyma alt um ta økismenning, sum júst Fólkaflokkurin í síni tíð legði til brots fyri at fremja. At Anfinn sýnist at leypa neyðugar fyritreytir um og jonglera við nógvum persónligum uppskotum í luftini í senn, annaðhvørt fyri at fólk skulu venda eygunum frá innanfloks trupulleikum,ella kanska bert fyri at gleða løgmann og fjølmiðlarnar, kann neyvan metast at vera skilagóður flokspolitikkur. Hugaligari hevði verið um øll hesi skilagóðu uppskot vóru seriøs, væl undirbygd og komu frá einum flokki, sum veruliga var sinnaður at styrkja føroysku kommunurnar, so haldast kann fram við økismenningar arbeiðinum, sum Fólkaflokkurin á sinni gjørdi seg til talsmann fyri. Formaðurin hevur evnini, bert spell at eitt sindur av fjølmiðlarómi hevur gjørt hann veikan í kongunum. Seinastu útmeldingarnar bøta neyvan um tað trúvirðið, sum flokkur hansara hevur so nógv brúk fyri.