Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leiðarin fyri 30 árum síðan

John William Joensen

Fríggjadagin tann 8. oktober í 1976 kemur Norðlýsið út aftur eftir ein stuttan steðg og í sínum fyrta leiðara leggur blaðstjórin linjurnar fyri virkseminum hjá Norðlýsinum.




Leiðarin tann 8. Oktober 1976.

—–

Blaðið

Norðlýsið kemur altíð aftur, hevur onkur einaferð sagt, og latið okkum vóna, at so er, tí øll kunnu vit helst verða samd um, at tómligt hevur verið við ongum blað.

Vit í blaðstjórnini hava keypt navnið frá fyrrverandi eigaranum fyri kl. 25.000,- og geva nú blaðið ókeypis í ein ársfjórðing til teir haldarar, sum hava goldið í apríl, men sum ongantíð fingu blaðið.

Tað hevur ikki verið møguligt fyri okkum at fáa blaðið prentað her norðuri, og tí hava vit verið noyddir at vent okkum til prentsmiðjur í Havn, og tær hava játtað t.v.s. Prentsmiðjan á Heygsbreyt skal seta og bróta um, meðan Dimmalætting skal prenta.

Alt hetta ger okkum arbeiðið truplari og dýrari, enn tað annars vildi verið, og vóna vit tí, at haldarar og lýsarar okkara fara at stuðla okkum dyggiliga, soleiðis at vit framvegis kunnu eiga eitt blað, sum kemur út uttanfyri Havnina. Alt gott at siga um hesi, men teirra hugsunarháttur og framberðan av tíðindum verður merkt av høvuðsstaðnum líkasovæl sum okkara av Norðuroyggjum.

Vit vilja royna eftir førimuni at halda Norðlýsið ópolitiskt, soleiðis at skilja, at tað tilfar, sum kemur frá okkum sum redaktión, ikki skal vera politiskt, meðan vit altíð vilja taka upp greinar og annað tilfar frá politiskum flokkum ella persónum, bert hesir leggja navn til, soleiðis at lesarin altíð veit, hvør skrivað hevur.

Eisini taka vit fegnir upp lesarabrøv, eisini undir dulnevni, tó soleiðis, at skrivarin gevur seg til kennar fyri ábyrgdarmanni blaðsins, sum so hevur ábyrgdina av, at onki lekur út, sum ikki eigur.

Vit fara í holt við hetta tiltak við tí treysti , at norðoyingar og aðrir stuðla okkum dyggiliga og ásanna, at neyðugt er við einum blað uttanfyri høvuðsstaðin.



Norðlýsið 

Blaðstjórn:
Oliver Joensen (ábyrgd)
Eigil Hentze
Símin Michael Poulsen
Óli Heinesen
Lasse Klein


Útgevari: Norðlýsið
Umbrótin og satsur: Prentsmiðjan á Heygsgreyt
Prent: Dimmalætting.