Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

LEIÐARIN: IRF svarið ber brá av undanførðslu

John William Joensen

Í seinasta Norðlýsið varpaðu vit ljós á ruskplássið á Knússdali.

Okkum varð gjørt vart við, at sera óruddiligt og ófantaligt var á plássinum, sum liggur dygst við smoltstøðina hjá Faroe Salmon.
Ført var fram, at tað, sum nú liggur við síðuna av bingjunum hjá IRF hevur ligið har meginpartin av sumrinum.
Ídag er svar frá IRF í blaðnum.
Vit skulu vera fyrstir til at vissa IRF um, at tað sum var brotið upp úr nýggjum, tá IRF á sinni var sett á stovn og teir stríðsmenn, sum tá gingu á odda hevur okkara størstu virðing.
Norðlýsið hevur títt og ofta stuðlað uppundir IRF samtakið, sum eftir okkara tykki hevur verið slóðbrótandi innan røkt av okkara umhvørvi.
Ikki minst tí, harmar tað okkum at síggja ein slíkan køst í Knússdali, sum IRF ikki eigur at kunna standa model til.
Í svari til okkara sigur IRF "elegant" at felagsskapurin eigur einki bingjupláss og fyri at sleppa undan at vera undangongufelagsskapur í ruskspurninginum verður ein grein, sum fyrrverðandi borgarstjóri okkara Jógvan Isaksen skrivaði í 1989 í Dagblaðnum siterað.
Vil IRF við hesum skrivi sleppa sær undan ábyrgd ídag 2003 og ístaðin leggja ábyrgdina á eina grein, ið okkara Jógvan Isaksen skrivaði í 89. Norðlýsið ivast onga løtu í, at um sami Jógvan Isaksen sat við róðrið ídag, so høvdu teir á Hagaleiti fingið harraboð hagani.
Tað harmar okkum, at IRF, ístaðin fyri at greiða okkum frá hví felagsskapurin ikki tømir tey ruskplássini, sum kommunurnar eftir førimuni hava, vísir á gamlar greinar og ætlanir.
Um hugt verður eftir myndunum av Syðradali, so hevur vandamikið burturkast ligið har alt summar. Burturkastið varð ikki lagt í til aðru fyri okkara myndatól. Nei, somu akkumolatorarnir og somu vaskimaskinurnar og oljudunkarnir hava ligið alt summar.
Um IRF er vitandi um at smáu kommunurnar ikki megna at seta fólk at ansa "kommunalu bingjuplássunum", hevði tað so ikki verið eitt hugskot at IRF tømdi oftari?
Skulu vit loysa ruskspurningin hjá føroyska samfelagnum so má IRF broyta hugburð.

Harleyfacadeacryl