Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leiðarin: Kortanei til eitt valdømi

John William Joensen

Tað frættist úr høvuðsstaðnum at fleiri í teim stóru flokkunum eru fyri at vit fáa eina nýggja valskipan í Føroyum, har allar Føroyar vera eitt og sama valdømi.

Hví áhugin er so stórur fyri eini slíkari skipan hava vit hinvegin hoyrt lítið av góðum grundgevingum fyri.
Eitt, sum í fleiri ár hevur verið umrøtt er, at verandi útrokningarháttur ger at vit fáa eitt skeivt býtið av tingmonnum í mun til atkvøðurnar.

Tað hava vit sæð og kanska einabest eftir seinasta val, men í hesum teldutíðum kann hetta ikki vera nakar trupulleiki at loysa og kan tí als ikki vera grundarlag undir at fara yvir til eina skipan við øllum landinum í einum valdømi.

Vit hava eisini hoyrt grundgevingar um, at fáa vit allar Føroyar í eitt valdømi, so kunnu vit rættuliga fara at tosa um politikk, í hesum sambandinum verður ført fram, at ov nógvur lokalpolitikkur ger seg til tíðir galdandi í tinginum.

Fara vit eitt sindur afturum hesar grundgevingar, so mugu vit stilla okkum spurningin um hvat politikkur er. Er tað nakað, sum fólkavaldir politikarar skulu tosa um í tinginum og sum gongur omanfyri høvdið á veljarunum kring um í landinum ella kanska omanfyri høvdinum av palleba í høvuðsstaðarumráðnum eisini?

Tá tingið eitt nú skal umsita okkara fíggjarlóg og harvið skattaborgarans pening, so kann tað ongantíð vera eitt haft um beinið, at manningin í tinginum hevur dygga vitan um ymsu lokaløkini í landinum.

Tað eru nógvar góðar grundgevingar fyri valdømunum, vit nú hava skipað landið í. Eitt nú eru tey ymsu valfeløgini, sum øll gera eitt ólønt arbeiði, ein borgan fyri at eitt ávíst lokalt politiskt arbeiðið verður gjørt og at politikkur rættuliga verður settur á dagsskránna tá val er til løgtingið. Hyggja vit at hini skipanini sum vit hava, har Føroyar eru eitt valdømi, nevniliga Fólkatingsvalið, so síggja vit at politiski aktiviteturin kring um í landinum er sera lítil til fólkatingsval og ein orsøk er ivaleyst hon, at valfeløgini og veljarin kring um í lokalsamfeløgunum kennir seg so langt burtur frá ávirnan til eitt fólkatingsval, at hesi val eggja lítið til politiskan aktivitet.

Fáa vit eina skipan við bert einum valdømi í Føroyum, so kann roknast við at vit fáa nógv fleiri flokkar inn á ting, um ikki verið borið so í bandið, at gáttin til tingið verður munandi hæðkað.

Tað er tí væl skiljandi at smáu flokkarnir ídag ganga inn fyri einum valdømi, tí so kunnu teir fáa atkvøður úr Sumba og Fugloy uttan at gera nakað sum helst politiskt arbeiði í Norðoyggjum ella í Suðuroy. Samstundis verður eisini latið upp fyri, at áhugabólkar kunnu stilla upp og koma á ting, uttan at hava nakran politikk yvirhøvur.

Koma vit síðani til tingmanningina, so er lítið at ivast í at við einum valdømi verða tað fyrst og fremst kend andlit úr høvuðsstaðnum, sum hava besta møguleikan at vera vald. Gamaní hava verandi politikarar úr ymsu lokaløkjunum framvegis møguleinan at vera valdir, tí allir sum ein eru kendir av øllum Føroya fólki, men hinvegin verður trupult at stilla ein skilagóðan ungan kunoying upp, sum ongin í høvuðsstaðnum hevur hoyrt um, hann fer valla at vera valdur. Tí liggur ein vandi í, at vit við bert einum valdømi, so líðandi fara at síggja fjølmiðlafólk og onnur í høvuðsstaðnum manna tingið og tá er vandi fyri lokalpolitikki sum vit ikki áður hava sæð.

Nei, kortanei til Føroyar sum eitt valdømi.

Norðlýsið

Harleyfacadeacryl