Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

LEIÐARIN: Mentanardepilin -eitt væl úr hondum greitt álit

John William Joensen

Øll vita at klaksvíkingum og norðoyingum tørvar eitt rættuligt mentanarhús.

Fyri nøkrum árum síðani tóku ungir menn seg saman um at fara undir at nútímansgera Atlantis. Sjálvandi var teirra framsýsnið sprotti úr tráanini eftir at lyfta mentanarlig tiltøk í býnum upp á eitt hægri støði.
Men vit kunnu nú staðfesta, at ætlanin var ikki nóg neyvt tilrættarløgd og tí hava vit framvegis onki vælvirkandi mentanarhús.
Í blaðnum ídag sæst, at ein bólkur av kendum norðoyingum er komin við einum áliti og eini ætlan um eitt mentanarhús sum sær ógvuliga lovandi út.
Vit mugu ásanna, at Norðurlandahúsið, ið einaferð vær ætlað at vera Norðurlandahúsið í Føroyum nærum bert er Norðurlandahúsið í Havn. Sum á so mongum øðrum økjum hava vit lært, at tað vit ikki gera sjálvir í Norðuroyggjum verður ikki gjørt.
Skulu vit veita mentanartiltøkum og harvið borgarunum í norðuroyggjum betur umstøður til mennandi mentanartiltøk, so er neyðugt at vit fara undir eitt mentanarhús og tað, menninir aftanfyri álitið, sum nú liggur á borðinum eru komnir fram til er einki minni enn ein perla.
Nú er at vóna, at okkara lokalu politikkarar fara at taka væl ímóti hesi stóru og framfýsnu ætlan, ið er ein ætlan um bygging av mentanarhúsi til okkara komandi ættarlið.
Vit eru í ferð við at byggja ein hart tiltrongdan miðbý í Klaksvík og sjálvandi eigur eitt mentanarhús at vera partur í tí samanhanginum.
Bólkurin, ið sitið hevur skal hava stóra tøkk fyri frálíka hugskotið.

Harleyfacadeacryl