Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

LEIÐARIN: Norðlýsið á internetinum

John William Joensen

Í meira enn eitt ár hevur Norðlýsið verið á internetinum við eini heimasíðu, sum fólk hava tikið sera væl undir við.

Serliga hava norðoyingar og aðrir føroyingar uttanlands sent okkum heilsanir, viðmerkingar og hugskot og allan áhugan meta vit sera høgt. Hetta gevur okkum eisini áræði til at halda áfram.


Tí gjørdu vit av fyrr í ár, at geva heimasíðuni eitt nýtt skap, sum vónandi lesararnir eisini halda er betur enn tað gamla.


Sjálvandi, tá vit broyta til nakað, so eigur tað at vera betur enn tað, sum frammanundan var, tí annars hevur ein einki lært av tí ein hevur fingist við.


Í samráð við JFK-Trol fingu vit loyvi at seta eitt myndatól umborð á Skálaberg. Hetta er eitt frambrot á tekniska økinum og er helst tað einasta av sínum slag, sum stendur umborð á einum fiskiskipi og sendir myndir heim til avvarðandi og øll tey, ið hava áhuga fyri fiskiskapi og okkara sjómonnum.


Í løtuni er Skálaberg í Irmingahavinum, og hann, ið hevur hug at hyggja fram gjøgnum brúgvarútin á Skálabergi, kann til eina og hvørja tíð fara á heimasíðuna hjá Norðlýsinum at hyggja hvussu kringumstøðurnar hjá Skálabergi eru.


Áðrenn vit valdu at fara undir eina heimasíðu á internetinum, var dúgliga kjakast her í húsinum, hvat var rættari, at lata blaðútgávuna koma út fleiri ferðir um vikuna, ella at kasta okkum útyvir henda nýggja miðilin. Vit valdu at halda áfram við blaðútgavu einaferð um vikuna og síðani at koyra ein heilt annan miðil, nevniliga internetblaðið síðuleypandi.


Tíðin síðani hevur víst, at við hesi samansetingini hevur Norðlýsið rakt breiðari, fleiri lesarar og ikki minst fleiri lýsarar.


Vit valdu at internetblaðið skuldi vera ókeypis fyri lesaran og tað hava vit onga ætlan um at broyta, í hvussu so er ikki so leingi tað ber til hjá okkum at fíggja internetblaðið á annan hátt. Men til hetta krevst sjálvandi, at lýsarar og onnur taka eins væl undir og higartil.


Vit eru satt at siga ikki sørt ernir av at vera einasti føroyski miðilin uttanfyri høvuðsstaðin.