Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

LEIÐARIN: Norður um fjall eftir gomlu rásini

John William Joensen

Tunnilsgerðin norður um fjall fekk eina kanska heldur margháttliga aðru viðgerð á tingi, tá rættarnevndin kom við einum broyttum dýrari projekti enn sakkunnleikin hevði rátt til.

Í skrivandi stund, mánakvøldið, vita vit ikki hvussu leikur ferð, tí triðja viðgerð er longu ímorgin ímeðan blaðið verður prentað.

Væl er skiljandi, hví rættarnevndin broytir. Helst verður hugsað um skjótleikan at ferðast og eisini tí, at ein nýggj farleið ígjøgnum Klaksvík, sum ikki er við í bíligara projektinum helst fer at kosta nógvar pengar um hendan um nøkur ár eisini skal gerast.

Men tað tykist hinvegin vera eitt sindur rívan tikið til, tí ferðslan til og frá Norðdepli, Hvannasundi og Viðareiði kundi helst saktans farið eftir vegunum í Klaksvík í nøkur ár framyvir, og hartil hevði landsvegurin eftir hesum eisini verið nærri Kunoy og Haraldssundi, eins og góðshavnini í Ánunum og ídnaðarøkinum har, tá hann einaferð bleiv gjørdur.

Harumframt, og ikki minst, skal takast við, at tað hevur víst seg ikki bara at vera sum at fara ígjøgnum smør, at taka burturav Gerðabøi.

Vit hava í mong ár sæð, hvussu eitt uppskot fyri og annað eftir um nýtslu av Gerðabøi er fallið í býráðnum og hava fingið sera stóra mótstøðu.

Nú tingið væntandi samtykkir tunnil omanfyri Oyravegin kunnu vit rokna við stórari mótstøðu frá fleiri síðum. Fyrst eru tað tey, ið vilja varðveita Gerðabø sum grønt øki, og ikki minst eru tað tey, ið eru eym um toftirnar eftir skalvalopini í Gerðum.

Tað sum hevur verið nærmast við at vunnið frama í býráðnum, er økið niðanfyri Oyravegin. Men tá tosið hevur verið um økið omanfyri, hevur massiv mótstøða verið í Klaksvík.

Norðlýsið heldur eisini, at økið omanfyri Oyravegin eigur at vera friðað, soleiðis at eftirkomarar okkara kanska einaferð hava møguleikan at byggja gomlu húsini í Gerðum uppaftur, ið fórust í skalvalopunum.

Um løgtingið ídag hevur samtykt at landsvegakervið skal ganga ígjøgnum lendið omanfyri Oyravegin, so kann væl henda, at tað koma at ganga mong ár áður enn nakar tunnil norður um fjall fer at síggja dagsins ljós.