Av øllum sólarmerkjum skilst, at ES boykottið ímóti Føroyum í makrel og sildamálinum , nú verður veruleiki. Hóast hetta letur aftur fleiri dyr hjá føroysku fiskivinnuni, so fer hetta helst í longdini at búna føroyingar til at troyta aðrar leiðir enn tær tradionellu rásirnar í samskiftis- og sølupolitikki okkara.
Av øllum sólarmerkjum skilst, at ES boykottið ímóti Føroyum í makrel og sildamálinum , nú verður veruleiki.
Hóast hetta letur aftur fleiri dyr hjá føroysku fiskivinnuni, so fer hetta helst í longdini at búna føroyingar til at troyta aðrar leiðir enn tær tradionellu rásirnar í samskiftis- og sølupolitikki okkara.
Løgmaður sigur, at stórur áhugi er nú fyri Føroyum í miðlaheiminum kring allan knøttin. Vit sum hava fingist við fjølmiðlar undrast ikki, tí Føroyar eru júst komnar í eina lyklastøðu hjá heimsins miðlum, tí tað eru vit, minni enn 50.000 fólk, ið eru í stríði við Europasaveldið har íbúgvaratalið telur um 500 milliónur, ella við øðrum orðum tíggjutúsund ferðir so nógv fólk.
Hetta er í sjálvum sær ”guf” fyri heimspressuna, og tí er nógv upp til okkum, at duga at gagnnýta ljósið, ið nú verður varpað á okkum.
Hvørjar avleiðingar tað fer at fáa um Danmark, sum sær út í skrivandi stund, fer at steingja allar sínar havnir fyri føroyskum skipum, ið hava nakað við makrel ella sild at gera, er ilt at siga nakað um nú. Men tað skuldi ikki undra um hetta fór at fáa sera álvarsligar fylgjur fyri ríkisfelagsskapin. Vit hava í hvussu so er nú fingið váttan frá dønum fyri, at teir meta ikki Føroyar vera eina eind í ríkisfelagsskapinum at líkna við aðrar partar av ríkinum og tað er nakað, sum heilt víst kemur at vera orsøk til stórar yvirskriftir á komandi løgtingsvalinum um tvey ár.
Føroyska samfelagið stendur fast saman um kravið hjá myndugleikum okkara, at vit eiga størri part av silda- og makrelkvotunum enn vit hava fingið higartil, tað er ósvikaligt.
Hvussu nógv meira vit eiga er sjálvandi ein samráðingarspurningur, og ein spurningur um hvussu góð prógv okkara fiskifrøðingar kunnu koma við mótvegis hinum samráðingarpørtunum.
ES boykottið fer at fáa álvarsligar fylgjur fyri føroyska samfelagið, eingin ivi um tað. Men tað er ein spurningur um vit í longdini ikki koma styrktir burturúr einum slíkum boykotti. Fyri stuttum varð nevniliga nevnt, at bæði uppisjóvarvirkið í Kollafirði og á Tvøroyri eru komin upp, sum úrslit av norskum boykotti. Tað er ikki óhugsandi at vit fara at síggja eitthvørt líknandi nú ES boykottar.
Men nú heimspressan vendir eyguni hendavegin og áhugin hjá henni helst er meira á okkara síðu, kanska bara tí vit eru hin lítli ímóti tí stóra, so er álneyðugt at vit duga at brúka undanbrekkuna við hava í miðlaheiminum í løtuni – tað ræður um at smíða ímeðan jarnið er heitt.




