Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

LEIÐARIN: Virðismeting og virðisøking

John William Joensen

FISKURIN: Hetta støðuga og ríka tilfeingið er enn sum áður “fuglurin í hondini”, meðan politiska valdið, við centralistunum á odda, hevur nýtt mestu fíggjarorku til tey “smartu” projektini í høvuðsstaðnum, ella til “fuglar á tekjuni”.

Í mangar mátar broyttist heimurin eftir fáum árum. Knappliga sýntist onki at vera ómøguligt.

Framburður, sum ongantíð áður, blómaði eitt bil víða um lond. Heimurin gjørdist okkum meira viðkomandi, nú peningaríkidømið vaks og avstandirnir styttust. Alheimsgerðin var loysunarorðið. Einstaka menniskja endiliga í fokus við sínum evnum og markleysa hugflogi. Lætta atgongdin til hægstu útbúgvingarnar klæktu úrmælingar og íverksetarar í hópatali. Tøknilig menning í risalopum, og dreymurin um gull, grønar skógir og marglætislívið blandaðist við veruleikan og setti ferð á virðisbrævahandlar um allan heim. Landsbankin helt okkum til: virðisbrøv var vegurin fram móti dreymasamfelagnum.

Vit sóu knappliga menning í øllum londum uttan um okkum. Hygg bara íslendingar, sonn fyrimynd. Vit mugu fylgja við, broyta samfelagið til vitanarsamfelag, fylgja við tíðini, annars gerast vit eftirbátur. Á vestfallið við samhaldsfestinum. Einskiljingar, partafeløg, keypsskálar, íløgufeløg, "hedgegrunnar", globalisering, íverksetarar, vóru bert nøkur av jaligu orðunum, og jaligt var nýggjasti móti. Ikki var neyðugt at seta kritiskar spurningar ella at ivast. Slíkt hoyrdi eini farnari tíð til, nú var onki at óttast.

Hóast ávísa framgongd í miðstaðarøkinum, vóru røddir frammi um at í Føroyum gekk alt ov seint og striltið. Enn var yvir 90 % av útflutningsvirðinum fiskur og fiskaúrdráttur. Her mátti okkurt gerast. Útbúgving og gransking skuldi til, og onkursvegna var neyðugt við atgongd til bíligari arbeiðsmegi. Útjaðaraøkini vóru mett meira sum forðing fyri framburði. Hyggjuráðini vóru helst at senda fiskin eitt nú til Kina til hagreiðingar, tí lága tímalønin har fór at loysa seg fyri okkum. Ferð mátti samstundis setast á eina KT-vinnu, so "software" kundi útflytast o.s.fr. Hugskotini trutu ikki.

Beint sum vit trúðu, at nú vuksu trøini inn í himmalin, brast knappliga dreymurin. Heimurin rendi seg í eina ógvusliga fíggjarkreppu, sum nú er í ferð við at gerast størsta búskaparkreppa, vit hava sæð seinastu 100 árini. Serfrøðingar ásanna, at peningagirnd og samvitskuleysir fíggjarsnillingar eru munandi partur av orsøkini til heimskreppuna. Altjóða- fríhandil er mennandi, eins og flutningur av vørum og fólki, men alneyðugt er við neyvum eftirliti við kapitalfluttningi. Full semja er millum lond um neyvt eftirlit við bankum, fíggingarfeløgum og -grunnum í komandi tíðum, tí ásannast má enn einaferð, at muran í menniskjuni er veika liðið. Hon kann vera svikalig.

Nú, støðan verður gjørd upp, vísa hagtøl, at 95 % av okkara útflutningsvirði framvegis stava frá fiski. Tað vil siga frá fiskivinnu á sjógvi og landi í høvuðsheitum í økjunum úti um landið. Hetta støðuga og ríka tilfeingið er enn sum áður "fuglurin í hondini", meðan politiska valdið, við centralistunum á odda, hevur nýtt mestu fíggjarorku til tey "smartu" projektini í høvuðsstaðnum, ella til "fuglar á tekjuni". Í besta føri høvdu kortini tey als ongan týdning fyri landsbúskapin. Fíggjarkreppan hevur givið bæði einstaklingum og fyritøkum snuddir, og álvarsligir búskaparligir brotasjógvar hótta tjóðina í komandi døgum. Fiskurin fer enn sum áður at vera álitið, og gomlu virðini: arbeiðssemi, trúfesti og samhaldsfesti munnu fara at prógva sítt virði á ferðini gjøgnum trongan og burtur úr aftur kreppuni.

Sjálvandi skulu vit skapa nýggjar vinnur, og landsmenn skulu verða vælkomnir heim at hjálpa okkum. Men umráðandi er, at vit virðismeta dugnaliga fólkið í høvuðsvinnu okkara á sjógvi og landi. Í hesum sambandi er neyðugt við javnari samfelagsmenning av øllum økjum í landinum. Samstundis mugu vit geva okkara ríka fiskatilfeingi gatur og røkja fiskastovnarnar á forsvarligan hátt.

Útbúgving og gransking kann læra okkum at virðisøkja okkara útflutningsvørur, so vit á tann hátt kunnu skapa haldgott fíggjarligt grundarlag fyri nýggjum vinnum og javnari samfelagsmenning og trivna í øllum økjum í landinum. Hetta krevur politiskt skil og samhaldsfastan vilja. Møguliga fara ringu royndirnar at skumpa undir ein kommunalreform og eina hart tiltrongda kommunala útjavning.