Skjøl sum Norðlýsið hevur fingið innlit í, vísa at stjórin á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, á fundi í samband við umvæling av seingjadeild hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsið, mælti til at flyta Ortopedkirurgiina til Havnar.
Skjøl sum Norðlýsið hevur fingið innlit í, vísa at stjórin á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, á fundi í samband við umvæling av seingjadeild hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsið, mælti til at flyta Ortopedkirurgiina til Havnar.
Á byggifundi í Klaksvíkar Sjúkrahúsið tann 23. Oktobrer 2012 kl. 14, varð stór ósemja millum tá verandi yvirlæknan á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, Jákup Petersen og stjóran á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, Hera Ellingsgaard.
Yvirlæknin ger á fundium vart við at faklig tilmælið ikki verða fylgd í samband við umbyggingina og serliga ætlanir í samband við vaskarríðið.
Hetta skapar ein orðadrátt millum Sjúkrahússtjóran og Yvirlæknan, og í fundarbókini stendur:
– Heri Ellingsgaard vil hava innført, at um bygginevndin tekur upp evnir um flytan av uppgávum til Landssjúkrahúsið, so er tað ikki bara vaskaríið, sum skal umrøðast, og nevndi sum dømir sterilcentral og ortopedikirurgi.
– Jona Nielsen, fyristøðukvinna, og Jákup Petersen, yvirlækni, upplýstu at at tey ikki visti um nakað sjúkrahús, sum brúkar seterilsentral uttan fyri sjúkrahúsið.
– Jákup Petersen upplýsti at Landssjúkrahúsið ikki hevði førleikar at taka yvir ta ortoedkirogi, sum verður framd á Klaksvíkar Sjúkrahúsið.
– Jona Nielsen, fyristøðukvinna, helt at tað gevur onga meining at sita í hesum foruminum, um hetta var málsetningurin.
– Regin Olsen, upplýsti at hann er sterkt ímóti at niðurleggja funktónir á Klaksvíkar Sjúkrahúsið.




