Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leiðslan á Sosialinum lagt málið um Tobba á ís?

John William Joensen

Leo Poulsen, blaðmaður vil hvørki avsanna ella vátta tíðindi um at leiðslan á Sosialinum hevur tikið hann av málinum um Tórbjørn Jacobsen

Ikki síðani fyrst í seinastu viku hevur Sosialurin skrivað um málið viðvíkjandi landsstýrismanninum Tórbjørn Jacobsen og nú eru tíðindi farin at ganga um at blaðmaðurin, Leo Poulsen, er tikin av málinum og settur til annað arbeiði.

Vit ringdu til blaðmannin í morgun og hann vildi hvørki vátta ella avsannað tíðindini, men váttaði tó at hann hevði aðrar uppgávur í løtuni.

Vit hava roynt at fingið viðmerking frá blaðleiðsluni – men hon er á fundi í løtuni.