Á aðalfundi gjárakvøldi fekk leiðslan í KÍ undirtøku fyri at halda fram við arbeiðinum at tryggja fíggjarliga grundstøði undir felagnum
Á skránni fyri eykaaðalfundin hjá KÍ var eittans mál: Søla av KÍ-høllini.
Guttorm Sørensen, ábyrgdarfólk fyri fíggjarviðurskifti legði fram fíggjarstøðuna hjá felagnum pr. 4/9 2005.
Hann greiddi frá at samlaða skuldin hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag var 5,0 mill. krónur.
Av hesum var 3,9 mill. kr. skuld til peningastovnar og 1,1 mill. kr. skuld til aðrar kredittorar.
Loysnin, sum leiðslan mælti til, var at felagið seldi høllina til eitt partafelag fyri 6,2 mill. kr.
Við hesi søluni kundi Klaksvíkar Ítróttarfelag rinda alla skuld (5 mill. kr.) og harvið gerast skuldarfrítt.
Harafturat skuldi felagið seta 1,0 mill. kr. sum partapening í P/F KÍ høllin, sum svarar til 50% av partapeninginum í felagnum. Síðani kemur Norðoya Sparikassi inn við 1,0 mill. kr. í parta peningi.
Eftir stendur Klaksvíkar Ítróttarfelag skuldarfrítt við tøkum peningi áljóðandi 200.000 kr.
Avtalað var eisini at P/F KÍ høllin skuldi gera íløgur fyri 2,0 mill. kr. í betran av viðurskiftunum hjá hondbóltinum og fótbóltinum í høllini.
Við omanfyrinevndu íløgum hjá P/F KÍ-høllin er samlaði íløgukarmurin í karmarnar kring fótbólt og hondbólt tilsamans 8,2 mill. kr.
Viðkomandi spurningar
Síðani svaraði leiðslan spurningum frá limunum og serliga partar av hondbóltinum vóru ivasom um framtíðar útlitini og treytirnar sum hondbólturin kom at virka undir í KÍ høllini.
Her gjørdi nevndin greitt at tá Klaksvíkar Ítróttarfelag og Sparikassin í felag komu at eiga høllina skuldu báðir partar vera samdir um nevdar limirnar í nýggju nevndini fyri høllina, og tí kendi leiðslan seg trygg um at áhugamálini hjá felagnum fóru at vera í tryggum hondum.
Kjakast var aftur og fram um ymiskar spurningar, men flestu frøddust tó um at nú var ein loysn á borðinum sum kom at betra viðurskiftini hjá felagnum í høllini.
Uppskotið, sum atkvøðast skuldi um var, at aðalfundurin heimildar nevndini at selja KÍ høllina til partafelag undir stovnan og í hesum sambandi at tekna 1,0 mill. kr. í partapeningi. Uppskotið var samtykt við stórum meiriluta og eingin atkvøddi ímóti.
Sostatt fekk leiðlan eina álitisváttan frá aðalfundinum at halda fram við samráðingunum, sum koma at tryggja grundarstøði undir Visión 2009.




